Search
Close this search box.

Kynsligur ágangur

Kynsligur ágangur er aldrin í lagi!

Kynsligur ágangur er, tá ið onkur noyðir ein annan til samlegu ella annað kynsligt samband við harðskapi ella hóttan. Vaksin og børn kunnu fremja kynsligan ágang. Tað er umráðandi at tosa við onkran, um tú hevur verið fyri ágangi. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg ráðgevingina á tlf. 116 111, so hjálpa vit tær fegin.

Her kanst tú fáa vegleiðing og nógv góð ráð.

Hvat er kynsligur ágangur?
Tað er kynsligur ágangur, tá ið onkur tvingar, noyðir ella lokkar teg til samlegu ella annað kynsligt samband. Tað er revisvert sambært lógini, og minst til; tað er ongantíð tín skyld!
Talan kann eisini vera um kynsligan ágang, um onkur noyðir teg at hyggja at onkrum, ið hevur kynsligt innihald, ella tú verður biðin at lata teg úr klæðunum. Tað er heldur ikki í lagi, um onkur tvingar teg til at tosa um ymisk kynslig evni. Tað kann eitt nú vera, um tú verður biðin at svara spurningum um, hvussu tú onanerar.

Kynsligur ágangur – tíni rættindi

Tú hevur rætt til verju 
Ert tú fyri harðskapi ella øðrum ágangi heima, hevur tú rætt til at fáa hjálp.
Allur kynsligur ágangur er revsiverdur.

Tú hevur rætt til at fáa hjálp
Ert tú fyri kynsligum ágangi, hevur tú rætt til at fáa hjálp. At vera fyri ágangi, hevur stór árin á likamligu og sálarligu heilsuna. Tí er ógvuliga umráðandi, at tú fært hjálp. Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, um grund er til at halda, at eitt barn er fyri harðskapi. Hetta merkir, at boðar tú einum vaksnum frá trupulleikanum, skal hesin síggja til at veita tær hjálp.

Tú hevur rætt til at fáa hjálp frá kommununi
Kommunan syrgir fyri, at tú fært hjálp. Tað kann eisini vera, at familjan hjá tær hevur brúk fyri hjálp. Tú kanst ringja til kommununa og boða frá. Er tað ov torført at siga frá, kanst tú ringja til Tú og Eg ráðgevingina á tlf. 116 111, so hjálpa vit tær fegin. Tað er ókeypis, og tú ert dulnevndur.

Tú hevur rætt til hjásita
Vilt tú tosa við kommununa um tína familju, hevur tú rætt til at hava ein hjásita, sum kann hjálpa tær. Ein hjásiti kann vera ein persónur, sum tú kennir teg tryggan við. Tað kann eisini vera ein hjásiti frá Tú og Eg ráðgevingini.
Okkara hjásiti kann hjálpa tær at tosa um tað, sum tú hevur upplivað, og eisini við samskiftinum við tey vaksnu.

Hevur ein javnaldur framt ágang móti tær? 
Hevur tú upplivað, at onkur rørir við teg soleiðis, at tú verður illa við, ella lokkar teg til annað kynsligt samband ímóti tínum vilja, er talan um ágang. Hevur tú ikki givið samtykki til hetta, hevur tú verið fyri ágangi.
Tað er ongantíð tín skyld, og tú hevur rætt til at fáa hjálp.

Fá meira at vita her 


Her eru nøkur góð ráð

Sig frá! Hevur tú upplivað ósømiliga atferð uttan títt samtykki, bið persónin gevast í stundini.
Tú kanst siga “Mær dámar tað ikki – eg vil hava, at tú gevst!”
Tú kanst skriva fleiri setningar niður, sum tú heldur rigga, um tað hendir aftur. Tú kanst eitt nú øva teg frammanfyri speglinum. Himprast tú við at siga tað beinleiðis við persónin, kanst tú fáa hjálp frá einum, tú følir teg tryggan við. 

Halt fast við tíni rættindi. Kennist tað skeivt, so ER tað skeivt
Tá ið tú kennir tíni rættindi, veitst tú, at tað er tú, ið hevur rætt!
Les um tíni rættindi her.

Tú kanst verja teg við at sleppa tær undan ávísum støðum
Hevur tú verið fyri ágangi, royn og slepp tær undan, at tit kanska eru einsamøll.
Legg tær ein ætlan fyri, hvat tú vilt gera, um tú endar í slíkari støðu aftur.
Legg tær ein ætlan fyri, hvønn tú vilt seta teg í samband við, og hvar tú kanst fara.

Skjalprógva, nær ágangurin fór fram, hvør framdi ágangin og hvat hendi. Skriva tað niður. 
Hevur tú myndir, onkur boð á telefonini ella okkurt annað, sum prógvar ágangin, minst so til at goyma tað. Tað kann vera ógvuliga umráðandi og gott at hava, tá ið tú ætlar tær at fara víðari við tí.

Summir trupulleikar kunnu vera ógvuliga álvarsamir, og tí er tað umráðandi at fáa hjálp. 
Hvussu tosi eg við onkran vaksnan um tað?
Í filminum niðanfyri fært góð ráð um, hvussu tú kanst boða frá ymsum, sum er ringt at tosa um.

Sí leinkju: Her fært tú ráð um, hvussu tú fortelur ella skrivar okkurt ringt. 

Tú mást boða frá kynsligum ágangi! Tað er líkamikið, hvønn tú setir teg í samband við; løgregluna, ein lærara ella lækna, so skulu tey syrgja fyri, at ágangurin steðgar, og at tú fært hjálp.

Hevur tú verið fyri neyðtøku, kanst tú fáa hjálp frá løgregluni.

Ivast tú í, um tað, sum tú hevur verið úti fyri, er neyðtøka, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111, ella barnaverndina í tínum øki. 

Hevur ein vaksin framt kynsligan ágang móti tær?
Kynsligur ágangur móti børnum kann vera, tá ið ein vaksin lokkar ella yvirtalar eitt barn til samlegu ella annað kynsligt samband. Tað er ongantíð skyldin hjá barninum, minst til tað! Tað er tann vaksni, sum fremur revsiverdan ágang móti børnum. Her fært tú góð ráð um, hvat tú kanst gera, um tú hevur verið fyri ágangi.

Fá meira at vita her.

Her eru nøkur góð ráð

Ger eina ætlan fyri, hvat tú kanst gera, um tú følir teg ótryggan

Hugsa um: 

  • Hvønn tú kanst ringja til
  • Hvørjum tú kanst fáa hjálp frá
  • Hvar tú vilt fara
  • Hvat tú skalt siga

Tú kanst skriva tína ætlan niður á telefonina, sum tú hevur hjá tær, skuldi tú verið ótrygg/ur.
Tú kanst altíð ringja til Tú og Eg ráðgevingina á tlf. 116 111. Tað er ókeypis, og tú ert dulnevnd/ur.

Tað er umráðandi, at tú sigur frá, so tað ikki hendir aftur.
Er onkur, sum ikki trýr tí, sum tú sigur, so er umráðandi, at tú finnur tær onkran annan vaksnan, sum kann hjálpa tær. Tú kanst seta teg í samband við heilsusystrina í skúlanum ella ein lærara, sum tú følir teg tryggan at tosa við. Tað er líkamikið, nær ágangurin var, ella um tað var á netinum. Tað er bara umráðandi, at tú sigur frá. Viðhvørt er tað rættiliga umráðandi at tosa um tað, sjálvt um tað kann vera ringt. Næstan øll børn og ung, sum hava boðað frá kynsligum ágangi, hava, hóast tað hevur verið ógvuliga ringt, kent tað sum ein lætta, at tey hava sagt frá.

Tú hevur rætt til at fáa hjálp! Les her, hvussu tú gert:
Hevur tú verið fyri kynsligum ágangi, so er møguleiki at fáa hjálp.

Tú kanst ringja til Tú og Eg ráðgevingina á tlf. 116 111, so hjálpa vit tær fegin. Tað er ókeypis, og øll, ið ringja, eru dulnevnd.

Tað er ógvuliga umráðandi at boða frá kynsligum ágangi. Tað er líkamikið, hvønn vaksnan tú setir teg í samband við, um tað er løgreglan, ein lærari ella tín lækni, so skulu tey syrgja fyri, at tú fært hjálp, so ágangurin steðgar.

Leita tær vitan um kynsligan ágang.
Tað eru fleiri sløg av kynsligum ágangi, og tað er ymist, hvussu vit reagera, men líkamikið hvat, so ávirkar tað okkum.
Summi blíva bangin og føla, at tað er teirra skyld og blíva óð og aggressiv. Onnur steingja seg inni og taka seg úr felagsskapinum, svølta seg, ella royna at fáa minst møguligt uppmerksemi.

Ágangur kann fara fram einaferð ella í longri tíð. Minst til, ein ágangur er ein ágangur ov nógv.  
Ber tað til, slepp tær so undan støðum, har vandi er fyri ágangi.
Stúrir tú fyri, at tað skal henda aftur, kanst tú, fyri at sleppa undan støðuni, sova hjá eini vinkonu, steingja hurðina ella ringja til onkran, tú følir teg tryggan við. Tú kanst altíð venda tær til Tú og Eg ráðgevingina á tlf. 116 111. Øll eru dulnevnd, og so fært tú møguleika at tosa við ein vaksnan, sum hevur skil fyri, hvat tú fert ígjøgnum.

Hevur vinur tín verið fyri kynsligum ágangi – Hvussu kanst tú hjálpa?

Lurta eftir honum og lít á tað, hann sigur. 
“Eg skilji væl, at tað kann vera ringt hjá tær at tosa um tað. Tú skalt vita, at eg trúgvi tær”.
Vís honum, at tú lítur á hann. Tað er umráðandi, at tú gert tað greitt fyri vininum, at tað er ikki hansara skyld. Fortel honum, at onnur hava upplivað tað sama, og at tað ber til at fáa hjálp.

Fortel vini tínum, at tað er umráðandi, at hann fær hjálp.
“Eg vil fegin hjálpa tær, men tað er umráðandi, at vit siga tað við onkran vaksnan, sum kann hjálpa okkum”. 
Tú mást halda tað, tú lovar. Ætlar vinur tín at halda tað loyniligt, mást tú gera honum greitt, hvussu umráðandi tað er at fáa hjálp. Vís, at tú stuðlar honum, men at tað er umráðandi at boða onkrum frá hesum.

Tú kanst venda tær til Tú og Eg ráðgevingina á tlf. 116 111. Øll, ið ringja til okkara, eru dulnevnd.

Sig tað við ein vaksnan
Tað er umráðandi at tosa við onkran vaksnan um trupulleikan. Vinurin hjá tær vil kanska hava tað loyniligt. Tað er ringt at ímynda sær, hvat fer at henda, um onkur fær tað at vita. Men í slíkari støðu hevur vinur tín brúk fyri tínum stuðli. Tit kunnu saman fara til onkran vaksnan, sum tit føla tykkum trygg at tosa við um trupulleikan. Tú kanst hjálpa vini tínum at siga tað, ella kanst tú siga tað fyri hann.

Tú kanst bjóða vininum at vera hjá tær
Tú kanst bjóða vininum at koma heim til tín, um hann hevur brúk fyri tryggleika. Tað er altíð gott at vísa, at tú stuðlar honum.

Tosa við onkran vaksnan
Tað er umráðandi, at tú hevur onkran, tú kanst tosa við, og sum kann stuðla tær. Tosa t.d við foreldrini hjá tær.

Tú kanst altíð venda tær til Tú og Eg ráðgevingina á tlf. 116 111 og fáa hjálp.

Kyn