Search
Close this search box.
Heey tit :) 
deiligt at vit hava fingið eina sovorna heimasíðu á føroyskum, stórt rós til tykkum fyri tað :) Men til sakina, tað er ikki so langt síðan mamma og babba fluttu frá hvør øðrum (nøkur fá ár) tað vil altso siga at mamma flutti, og eg valdi at vera verandi hjá babba tí øll vinfólkini eru her. Men eg veit ikki, eg trívist slett ikki her, haldi ikki tað var so leingi aftaná at tey fóru frá hvør øðrum at babba fann sær damu (eg havi ikki tíðarskil fyri tí perioduni tá alt hendi, vit vóru øll útsett fyri eitt sindur av sálarligum og likamligum harðskapi) hon hevur búð leingi inni hjá okkum, er fittur persónur og alt hatta har. Men tað følist ikki rætt at hon er her, og skal grenja um órudd osv. og tað følist so slett ikki rætt at tey longu eiga eitt barn saman. Summar tíðir føli eg meg faktisk alt for óynskta her inni. Føli tað akkurát sum hetta er ikki mítt heim longur. Men eg veit ikki hvat eg kann gera fyri at tað kann blíva betur, babba og daman vita at eg haldi at tingini hava gingið for skjótt fyri seg. Mamma sigur at hon kann ikki flyta nærri uppá okkum, einaferð segði hon við meg “tú veitst ikki hvussu pápi tín er tá hann er inni her” vit eru fleiri systkin, so tí má hann til hana eftir og við teimum onkuntið .. Eg haldi altso at babba er – tá ið eg altso hugsi meg væl um – ein býttur persónur, egoistiskur osv. haldi hann hugsar for lítið um hvussu vit faktisk hava tað, men um eg sigi tað við hann, so sigur hann tað passar ikki .. tey yngstu systkini síggi eg at hann vísir kærleika fyri, men okkum eldru , nææh ! – og so brýtur hann eisini avtalur. Eg vil faktisk búgva hjá mammu, men kann barasta ikki orsakað av ítrótti og so sjeikinum sum eg elski ótrúliga nogv, hann er faktisk grundin til at eg, aftaná fleiri ár eri givin við at skera í meg sjálva .. eg eri ótrúliga glað fyri at hava hann, tí standurin á mær hevði ikki veri góður uttan hann, vit hava verið saman í skjótt 8 mðr. Men eg eri stadigvekk pisse forvirrað, og tími ikki at altíð skula vera kedd tá ið eg nærkist hurðini til okkara hús .. Eg síggi okkara heim sum eitt ísakalt heim. Uttan kærleika og umsorgan, men tað haldi eg ikki vera rætt. Orsaka at hetta bleiv so langt, men vil bara hava onkur ráð til allar tankarnar hjá mær .. Eg føli meg faktisk skít býtta av at ikki vilja hava damuna hjá babba her, onkuntíð tonki eg faktisk um hana – “for hundin, eg var her áðrenn, pilla tú av út!” Hopi tit kunnu siga mær okkurt eg kann gera fyri at fáa tað betur ..

Hey ‘?’
Tað at tú ert irriterað inná damuna hjá pápa tínum, er ikki ónormalt. Tey sum hava fráskild foreldur, hava tað ofta trupult, tá foreldrini fáa nýggjar partnarar. Tað henda jú nógvar broytingar, man skal venja seg við at foreldrini hjá einum ikki eru saman longur, og so skal man kanska eisini venja seg við at familjan er sett saman uppá ein heilt annan máta. Og tað er ikki lætt. Tað er ein stór avbjóðing fyri teg, at læra at liva við at pápi tín hevur fingið sær eina aðra konu, og tað er nokk ikki so nógv annað at gera hjá tær enn at royna at góðtaka tað. Ofta er tað so, at tað gerst lættari við tíðini. So tað vóni eg eisini fer at vera so í tínum føri.

Tú skrivar eisini, at tú følir at tú verður behandlað øðrvísi enn hini sysktini. Ofta uppliva eldri sysktin at tey yngru fáa meira uppmerksomheit. Tey yngru eru meira hjálparleys, og tí meira bundin av foreldrunum. Men tað merkir sjálvandi ikki at tú skalt gloymast. Og onkuntíð er tað eisini deiligt at vera saman við foreldrunum uttan hini systkini. Royn at hugsa um hvat tú hevur brúk fyri, um tað er tað at tit eru meira saman, ella saman á ein øðrvísi máta, og fortel so pápanum hvat tín tørvur er. Og royn eisini at hugsa um hvat skal til fyri at tú følir teg ynsktan.

Tú hevur púra rætt, tá tú sigur at tað er ikki rætt at tú skalt vera kedd hvørja ferð tú nærkast heiminum hjá tær. Heimið hjá tær eigur at vera eitt gott og trygt stað at vera, har tú fært kærleika og umsorgan. Sjeikurin er góður at hava, og hevur eisini hjálpt tær við at steðga við at skera teg. Men hann loysir ikki trupulleikan við at tú er kedd, tá ið tú nærkast húsunum hjá tykkum. Hetta er ein kensla inni í tær sjálvari, sum tú mást tosa við onkran vaksnan um. So ein tann fyrsta uppgávan hjá tær, er at finna onkran vaksan, sum tú hevur álit á, at tosa við. Tú kanst eisini biðja hendan persónin hjálpa tær at tosa við pápa tín um hvussu tú hevur tað heima. Tú hevur jú roynt at tosa við hann, men uttan úrslit. Tí haldi eg tað hevði verið gott, um tú fekst onkran annan vaksnan at hjálpa tær við at tosa við pápa tín.

Samanumtikið snýr tað seg um eina sorg hjá tær, at foreldrini hjá tær er skild, ein sorg sum er heilt náttúrlig tá foreldrini fara frá hvørjum øðrum, tí tað er sera trupult at vera barn í eini slíkari støðu. Kennir tú onkran annan sum hevur fráskild foreldur? Onkuntíð kann tað vera gott at tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum ein sjálvur. Undir teiginum Eg & Lívið kanst tú lesa meira um hvussu tað er tá foreldur skiljast.

Alt tað besta og skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…