Hey “ … ”!
Takk fyri brævið!
Tað kann vera torført at hava foreldur, ið eru skild og sum tú følir, at tú skalt býta tín kærleika javnt ímillum.
Tað er ikki lætt hjá tær at noyðast at velja ímillum foreldrini viðvíkjandi, hvar tú skalt sova. Faktiskt er tað alt ov strævið. Tú kanst biðja foreldrini gera eina skipan, ið greitt vísir, hvar tú skalt sova, so at tú sleppur undan at vera settur í ta keðiligu støðu, at tú skalt velja ímillum tey. Lat tey velja fyri teg!
Hinvegin, um tú ynskir at kunna hava ávirkan á hvar tú skalt sova, so skalt tú ikki vera so bangin fyri at sára foreldrini. Um tú til dømis ynskir at sova hjá pápa tínum, so skalt tú bara siga tað. Tað er ikki vist at mamma tín heldur at tú ert betri fyri hann fyri tað. Men sum sagt, so haldi eg foreldrini hjá tær burdu gjørt eina skipan, har tað er fast avtalað, nær tú svevur hjá hvørjum.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin