Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr
…
Spurningur:
Eg havi ein trupulleika. Eg eri ca. 151 cm høg og vigi 47 kg, er tað ov nógv?
Svar:
Tað er gott at halda eyga við vektini, tí so veit man um vektin svingar, um hon er støðug og um ein vigar nøkulunda tað, ið ein skal og vil.
Tú ert 151 cm og vigar 47 kg. Tað tykist at vera heilt í lagi. Men fyri at vera heilt vís í, at tú hevur eina hóskandi vekt, skuldi tú latið teg viga hjá heilsusystrini í skúlanum.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin