Search
Close this search box.
Heeey Fyri tað fyrsta haldi eg at hettar er ein MEGA góð heimasíða. Ná men nú til mín spurning: Eg eri nokkso eym um bringuna, og havi verið tað leingi. Hvørja ferð onkur slær meg har, fái eg mega ilt. Hví eri eg so eym har??

Hey hey. Gott at tær dámar síðuna.
Tað kann vera, at grundin til at tú ert eym um bringuna, er at hon veksur. Tú ert við at búnast og fáa bróst og tað ger at tú verður eym. Um tú ivast í um tað kann vera okkurt annað, vil eg ráða tær til at ringja til læknan hjá tær, ella at tosa við heilsusystrina á skúlanum.
Tú skalt ikki lata nakran sláa teg, øll hava rætt til at kunna vera í frið. Kroppurin er tín egni og ongin hevur rætt at gera seg inn á teg.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…