Hey(: fyrst vil eg siga at hetta er ein super brævkassi, og gott at onkur er sum man kann venda sær til anonymur(: men so til mín spurning: Eg havi altíð regluliga menstruation og pínu, men nú eru 2 vikur síðan eg hevði hana síðst og nú havi eg longu fingið hana aftur , eg havi eisini menstruationpínu.  Er tað normalt??

Hey hey!
Tað er normalt hjá øllum kvinnum at hava óregluliga  mánasjúku av og á og oftast tey ungu árini, og so aftur tá ein er farin um tey 40. Orsøkin er, at eggrøturnareggjastokkar gera skiftandi nøgdir af hormonum, sum ávirka lívmóðrina , soleiðis,  at rovan veksur og so dettur av sum bløðing, ofta ymisk nøgd og ymiskt dagatal ímillum. Hjá summum ungum gentum heldur mánasjúkan áfram við at vera sera óreglulig,  umframt at vera pínufull. T á ber til at fáa góða hjálp við at stýra mánasjúkuni við p-bollum,  og pínan minkar altíð ella hvørvur.  Tá ein hugsar um undirlívið og heilsuna, t.v.s. at kunna fáa barn, tá tann tíðin kemur, og seinni í lívinum ikki at fáa krabbamein ella aðrar sjúkur, so virka p-bollar fyribyrgjandi, altso eru teir góðir  fyri undirlívið. Fyri fyrst haldi eg, at tú skalt vita, hvussu gongst, skriva tær upp í ein kalendara, nær bløðingin kemur og so gera  eitt frámerki,  um pína er. Um tú so heldur, at tað er trupult ella tarnar tær, tak so kalendaran við til læknan og bið um p-bollar. Tað er ikki neyðugt at fáa gjørt undirlívskannning í samband við hetta.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg