Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr

(:

Spurningur:

Eg havi altíð regluliga menstruation og pínu, men nú eru 2 vikur síðan eg hevði hana síðst og nú havi eg longu fingið hana aftur , eg havi eisini menstruationpínu.  Er tað normalt??

Svar:

Hey (:
Tað er normalt hjá øllum kvinnum at hava óregluliga mánasjúku  av og á og oftast tey ungu árini, og so aftur, tá ein er farin um tey 40. Orsøkin er, at eggrøturnareggjastokkarnir  gera skiftandi nøgdir af hormonum, sum ávirka lívmóðrina soleiðis,  at rovan veksur og síðan dettur av sum bløðing, ofta ymisk nøgd og ymiskt dagatal ímillum. Hjá summum ungum gentum heldur mánasjúkan áfram við at vera sera óreglulig,  umframt at vera pínufull,  og tá ber til at fáa góða hjálp við at stýra mánasjúkuni við p-pillarum,  og pínan minkar altíð ella hvørvur. Tá ein hugsar um undirlívið og heilsuna, t.v.s. at kunna fáa barnbørn, tá tann tíðin kemur, og seinni í lívinum, ikki at fáa krabbamein ella aðrar sjúkur, so virka p-bollar fyribyrgjandi, altso eru teir góðir  fyri undirlívið. Fyri fyrst haldi eg , at tú skalt  vita, hvussu gongst, skriva tær upp í ein kalendara, nær bløðingin kemur og gera  eitt frámerki,  um pína er. Um tú so heldur tað er trupult ella tarnar tær, so tak kalendaran við til læknan og bið um p-bollar. Tað er ikki neyðugt at fáa gjørt undirlívskanning í samband við hetta.

Heilsan Tú & Eg Ráðgevingin