Hey og takk fyri brævið!
Tað er ymiskt, hvat fólk leggja í orðið hora. Tað er rættiliga syrgiligt, at orðið hora verður brúkt, tí tað er við til at fordøma ein bólk av kvinnum, ið møguliga hevur ein øðrvísið atburð enn onnur, og møguliga ikki. Tó fært tú meg at undrast á, hví tú brúkar orðið hora um teg sjálva, og um tað er tí, at onnur hava kallað teg tað.
Eg haldi, at tú skalt lurta eftir tær sjálvari, hvat tú heldur er rætt og gott fyri teg. Um onnur fáa ilt av, um tú hevur verið saman við einum, sum er átta ár eldri enn tú, er tað teirra søk. T
að er sera umráðandi, at tú gevst at kalla teg sjálva horu. Tú hevur gjørt nakað, sum tú angrar og tað mást fyrigeva tær sjálvari. Tú kanst læra av hesum mistøkunum og hugsa teg betur um, hvørjum tú framyvir fert í song við. Tað broytir ofta eitt vinarlag, tá ein hevur verið í song saman. Fatanin av hinum persóninum broytist, kanska tí at ein er komin øgiliga nær hvørjum øðrum. Mørkini og leiklutirnir eru broyttir. Ein kann kenna m.a. skomm og vera flovur.
Hugsa teg um, hví tú velir at fara í song við einum drongi og hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri teg. Tú kanst t.d. spyrja teg sjálva: Havi eg ráð at missa handan vinmannin? Hvat fært tú burtur úr tí og er tað tað vert? Er tað spenningurin? Tú ert ung og tað eru komandi árini, at tú skalt finna út av tínum seksualiteti og hvar tín hugur og tíni mørk eru. Tú hevur góða tíð og eingin orsøk er at royna so nógv sum gjørligt beinanvegin, tí tú ert rættiliga ung enn. Tú nevnir einki um, at vinmenninir hava sagt nakað um ella við teg og hvussu hetta hevur oyðilagt alt tykkara millum, men ein møguleiki er at tú tosar við tínar vinmenn og sigur teimum, hvussu tú hevur tað. Tað skuldi borið til, men tað tekur kanska tíð, áðrenn tit aftur kenna tykkum væl saman. Humor kann eisini hjálpa við, at tú kanst skemta við tí, men tað er lættari sagt enn gjørt. Tað kann hugsast, at vinmenninir hava mist virðingina fyri tær, tí tú hevur verið saman við teimum øllum. Tvs. at teir hyggja at tær við øðrvísi og negativum eygum, men teir hava sjálvir verið ein partur av tí, sum er hent, og hava tí líka stóra ábyrgd av tí sum tú. Tú ert vælkomin at kjatta við okkum, so at tú kanst finna meira út av, hvat tað var, sum hendi, og hvussu tú í framtíðini kanst ansa betri eftir tær sjálvari, so at tú ikki kemur í støður, ið tú aftaná angrar.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin