Search
Close this search box.
Hey!
mamma og pápi mín eru skild, tað er keðiligt!
men tá vit (eg og systir) skulu fara til babba, ella til mammu, so skeldast tey altíð um nær vit skulu koma o.s.fr.
Hvussu kann eg stegga hesum?

Hey 🙁
Tað er sjáldan lætt, tá foreldur skiljast – hvørki fyri tey vaksnu og slettis ikki fyri børnini.
Skilji væl at tú er kedd av at foreldur tíni eru farin frá hvørjum øðrum – tú hevur jú mist nakað, tann tryggleika og gerandisdag sum tit høvdu, meðan foreldrini enn vóru saman.
Tú og systir tín hava ikki valt, at foreldrini skulu fara frá hvørjum øðrum.
Tíni foreldur gera tað heldur ikki lættari fyri teg, systir tína ella seg sjálvi, við at skeldast – enntá meðan tit báðar eru til staðar.
Tit hava ikki uppiborið at skula hoyra tey skeldast – og tað eiga tey at gevast við!
Um tey ikki eru samd um nær tit skulu vera hjá hvørjum av teimum, mugu tey tosa saman meðan tú og systir tín ikki eru til staðar! Tit báðar hava í øllum førum rætt til at sleppa undan at hoyra teirra skeldarí.
Tú kanst royna at tosa stillisliga við tey um tað – greið teimum frá, hvussu kedda tað ger teg at hoyra tey trætast.
Um tú ikki hevur hug at siga tað við tey beinleiðis, kanst tú kanska skriva teimum eitt bræv – kanska tú og systir tín kunnu hjálpast at við at skriva brævið!?
Tú kanst eisini prenta hetta brævið og svarið út og geva teimum tað…!?
Ein annar møguleiki er at tú fær onkran heilt annan vaksnan, sum tú hevur álit á, at hjálpa tær at tosa við foreldrini.

Í øllum førum noyðast tit – tú og systir tín – á ein ella annan hátt at greiða foreldrunum frá, hvussu tað ávirkar tykkum at hoyra tey skeldast, og heita á tey um at gevast at skeldast, í øllum førum meðan tit eru til staðar!

Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur. Tú kanst eisini ringja til ‘Tú & Eg Ráðgevingin-telefonina’. Har kanst tú tosa við ein vaksnan, ið hevur tíð og hug at lurta, og kanska fær hjálpt tær. Telefonin svarar týsdag og hósdag millum kl. 14 og 22. Nummarið er: 116 111

Við bestu heilsum
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…