Góða 🙁
Skilji á tínum brævi, at tú ert øðiliga kedd og kennir teg einsamalla. Sjálvmorðstankar eru sjálvandi eitt týðiligt tekin um, at man hevur tað ringt, og at onkur broyting skal fremjast. Fyri tað fyrsta er tað umráðandi at tú fortelur foreldur tínum, hvussu einsamalla tú kennir teg. Eisini kundi tað verið eitt gott hugskot, um tú eisini tosaði við ein lærara um, hvussu tú hevur tað – tað kunnu foreldur tíni sjálvandi eisni gera.
Tá tú hevur tosað við foreldur tíni (og kanska ein lærara), og fortalt teimum hvussu tú veruliga hevur tað – fortel teimum eisini um sjálvmorðstankarnar, sjálvt um tað kann verða ringt – so haldi eg, at tú skalt tosa við vinkonu tína. Tosa við hana um, hví hon ikki vil vera saman við tær longur og fortel henni, hvussu kedd tú ert um hetta. Royn og finn út av, um nakar møguleiki er fyri at tit kunnu verða vinkonur framyvir.
Um hetta ikki er gjørligt, so skalt tú finna tær eina aðra vinkonu. Um ein kennir seg einsamalla, so kann tað verða eitt gott hugskot at ganga til okkurt ítriv. Tosa við foreldur tíni fyri at vita um hetta er gjørligt. Um man gongur til okkurt frítíðar ítriv, so kemur man eisini í samband við onnur ung fólk, og soleiðis kann mann fáa nýggjar vinir.
Vónandi kanst tú nýta okkara ráð. Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin