Góði :'(
Nú skrivar tú onki um hvat tað er sum ger teg illan, hvussu tú verður illur ella hvønn tú møguliga verður illur við. Tí fari eg biðja teg royna at hugsa meira um tað – serliga hvat tað er sum ger teg illan, og hvat tað er fyri pína tú hevur í tær.
Men tú sigur sjálvur at tú ikki hevur tað gott. Og tá tú hevur tað soleiðis, hjálpir tað kanska at tosa við onkran um trupulleikan, tað kann verða foreldini, ein eldri beiggja ella eina eldri systir um tú hevur tað. Eisini kann tað vera gott at tosa við vinfólkini, kanska hava tey havt tað á sama hátt sum tú.
Eitt annað tú hevur møguleika at gera, er at tosa ella kjatta við ein ráðgeva á Tú & Eg Ráðgevingini. So høvdu vit kunnað fingið meira at vita um tína støðu, og tískil eisini kunnað hjálpt tær betur.
Ráðgevingin er opin mánadagar og hósdagar frá kl. 14-22, men er í summarfrí í løtuni. Ráðgevingin letur upp aftur 16.august, tá skúlin byrjar aftur.
Í øllum førum, so haldi eg tað er umráðandi at tú ikki gongur einsamallur við tí sum pínir teg. So royn at hugsa um, hvønn tú kanska kundi tosað við um tað sum pínir teg. Sjálvt um tað kann vera ringt at fáa tað sagt við onkran, so halda tey flestu, at tað er ein lætti at fáa tosað við onkran.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin