Search
Close this search box.
Hey, eg havi eitt problem ið byrjar at ávirka meg. Eg havi ein lítla “penis” sum er 10 cm stívur. Eg tori slett ikki í felagsbrúsu ella nakað har fólk kunnu síggja mítt undir lív. Tað ger eisini at eg byrji at ræðast konufólk. Haldi ikki at alt er rætt við vøkstri í mínum undir lívið. Hevði hopa at tit kundu hjálpt mær!!!  

Hey hey og takk fyri brævið!
Allarfyrst so vil eg leggja dent á, at penis stødd einki hevur við góðskuna av kynslívinum at gera.  
Tað eru heilt aðrir faktorar, ið gera seg galdandi: Eru tey (teir) forelskað og hava brennandi sexhug, so gongur tað bara, og vagina tilpassar seg støddina av penis, og gentan klárar væl at halda um ein lítlan penis við vøddunum um vagina. Ein erigeraðurstívur penis uppá 10 cm er innan fyri tað vanliga, sum er 10 til 20 cm, men bæði minni og størri finnast. Tað er heldur ikki so akkurát at máta penis. Mátið er á yvirsíðuni frá har, ið penis byrjar (rótin) og út til urinrørið. Sum ikki stívur, er støddin nógv ávirkað av hitanum, so um tú ikki vil tykjast so lítil, tá tú fert  í brúsu, so ver ordiliga heitur antin í heitum klæðum ella tú hevur runnið t.d. i 15 min áðrenn, og hyggur tú ,so sært tú , at tað eru aðrir menn, sum líkjast tær. Teir sum hava stóran penis , halda ofta hann er ov stórur og tora kanska illa vera saman við einari gentu. Men aftur støddin er ikki avgerandi. Nakað annað er , at heilt sjálvdan kann nakað viðføtt vera , sum gevur lægri testosteron (mannligt kynshormon). Testosteronið ávirkar tey sekunderu kynseyðkennini sum hárvøkstur, vøddastyrkistødd, beinagrindina, penis stødd og mangt annað.  

Eg haldi, at tú skuldi farið til læknan. Tú kanst velja ein mannligan lækna, um tú ert smæðin , og biðja læknan kanna  teg i neðra, eisini um steinarnir eru vanlig stødd og hárvøksturin er ok. Um tú hevur vanliga hædd , kropsbygnað og hárvøkstur trúgvi eg , at alt er ílagi hjá tær, men tað er betur at lata seg kanna enn at hugsa og ivast og gerast ósikkur.
Góða eydnu !     

Tú & Eg  ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…