Search
Close this search box.
Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal gera meir. Eg havi tosað við ein lærara um tað fyri 2 árum síðani, eg havi skrivað dagbók.. og fingið 1 ferðir læknaváttan til at fara til sálarfrøðing, men eg vildi ikki. Foreldur míni eru skild, men tað hava tey eisini verið síðan eg var 9.. eg eri ongantíð ordiliga komin yvir tað, tí tað hendi so knappiliga. Eg eri sum oftast hjá mammu míni, men eisini onkutíð hjá pápa mínum. Pápi mín hevur roynt 4 ferðir at bróta inn hjá okkum.. og hevur 2 ferðir sligið mannin hjá mammu niður. Pápi mín hevur einaferð sligið meg meðan hann var fullur. Politiið hevur verið har hvørjaferð. Men ja..pápi mín, skal ikki i fongsil, tí hann betalir so nógvar pengar til mammu. Tey halda at eg einki veit av, men eg veit forbannað nógv. Pápi mín er rættiliga illsintur, og bannar ofta eftir mær, og systur míni. Eg føli meg rættiliga einsamalla, sjálvt um eg havi nógvir vinir, og eg eri eisini glað tá eg eri saman við teimum, sum oftast. Men beint tá eg eri sjálv, gangi heim.. ella eri sjálv, havi eg helst hug bara atleggja meg niður at gráta. Hvørjaferð eg eri heima hjá babba vil eg helst bara vekk herfrá. Og eg veit gott at tá man er 14 er man bara eitt barn, og búnast, nógv er uppá spæl, og kroppurin broytist, lágt sjálvsvirðið og alt hattar. Tað er ikki soleiðis eg havi tað. Eg havi 2 ferðir roynt at gjørt sjálvmorð, og ligið innløgd. Eg skeri meg. Eg fari ræðuliga lætt at stóla uppá fólk, og tað haldi eg hevur svikið meg rættuliga nógv. So eg havi ein pápa sum tekur medisin fyri ikki at drekka, sligin einaferð av honum, skyld foreldur, einsemi, skeri meg, sjálvmorðsroyndir, eg gráti meg ofta í svøvn, og sovi ikki nógv.. og eg orki bara ikki meir.

Góða tú, ið ikki orkar meira!
Takk fyri brævið! Gott at tú skrivar inn til okkara ráðgeving. Tað er eitt gott tekin, at tú skrivar, sjálvt um tú ikki orkar meira. Tú ert 14 ár, og longu hevur tú havt nógvar trupulleikar í tínum unga lívi. Trupulleikar, ið tey vaksnu, ið hava ábyrdina av tær, hava og sum so hava ávirkað teg nógv. Tað at hava foreldur, ið hava kensluligarsálarligar trupulleikar, er sera tyngjandi fyri børnini. Børn eru góð við síni foreldur, sjálvt um foreldrini ikki megna at geva børnunum nóg mikið av umsorgan og tryggleika og hava trupult við at skilja, at vaksin t.d. hava ein harðligan atburð, sum barnið ikki hevur ábyrgd av. Sum tú lýsir pápa tín, so hevur hann so mikið stórar trupulleikar, at hann ávirkar tykkum øll í familjuni. Harðskapur er sera skaðiligur fyri serliga børn at uppliva. Sjálvt um tú hevur verið innløgd fyri tín sjálvskaðandi atburð og sjálvmorðstankar, so hevur tú ikki fingið nóg góða hjálp enn.Veit ikki, hvussu nógv tú hevur fingið sett orð á, men tað er í hvussu er neyðugt hjá tær at tosa við onnur um tínar trupulleikar. Tað at tú skerir teg, er eitt tekin um, at tú hevur ov tungar byrðar á herðunum, sum tú ikki fært tosað um. Tú vildi ikki tosa við sálarfrøðing fyri 2 árum síðan, men um tú ynskir tað nú, hevði tað helst verið gott fyri teg.

Haldi tað ikki vera gott hjá tær at búgva hjá pápa tínum yvirhøvur, tá hann er so illa fyri og hevur so ringa ávirkan á teg. Kanska hevði tað verið gott fyri teg at tosa við heilsufrøðingin í tínum skúla ella barnavernartænastuna í tínum øki , so at tú kanst fáa betri hjálp, møguliga við at koma í annað umhvørvi. Ja, kanska fara á eftirskúla ella okkurt annað, sum tú hevur hug til. Tað sýnist sum at tú hugsar og stúrir so nógv um pápa tín, at tú ikki orkar at hugsa um teg sjálva. Tá tú ikki fært sovið, gerast tankarnir enn meira fløkjasligir og daprir. Tí kundi tað verið gott hjá tær at sloppið burtur í eina tíð og fingið góðar upplivingar saman við øðrum tannáringum. Tey vaksnu hava ábyrgd av sær sjálvum, og best hevði verið, um pápi tín kom í onkra viðgerð, har hann kann seta orð á sínar trupulleikar og kann fáa amboð til at stýra sínum sinnalagi betur, kanska við samrøðum og møguliga við hjálp av heilivági. Tað kann hann tosa við sín lækna um. Men aftur til teg sjálva- minst til, at tú  hevur brúk fyri stuðli og hjálp til at fáa eitt gott lív sum tannáringur, og at tú kanst venda tær til bæði lærarar, heilsufrøðingin í skúlanum, barnaverndartænastuna ella onkran annan vaksnan, ið tú kanst rokna við at fáa stuðul frá. Vend tær endiliga til okkara aftur, um tú hevur brúk fyri tí! Tú kanst eisini ringja ella kjatta við okkum!

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…