Góða tú við dulnevninum 17!
Tað er upplagt, at tú eigur at fáa p-bollar. Ring til skrivaran hjá læknanum og fá eina avtalu. Tú kanst taka eitt vinfólk ella sjeikin við tær.
Vanliga tosar læknin við teg um tína heilsu ,og eftir umstøðunum verður títt blóðtrýst mátað, landið kannað (urinroynd) og kanska blóðroyndir tiknar. Vanliga verður ikki gjørt undirlívskanning fyrstu ferð, ið tú ert hjá læknanum. So fært tú resept uppá p-bollar til 3 mðr.. tú skalt byrja at taka teir, tá mánasjúkan byrjar, so er fyribyrgingin trygg beinanvegin, t.v.s p-bollarnir steðga eggloysingini tann fyrsta mánaðin.. Helst vil læknin biðja teg koma aftur at tosa við seg um, hvussu gongst at brúka p-bollarnar, og um tað er rætta merkislag til tín.
Ikki er neyðugt at stúra fyri hjáárinum, men ver heldur glað um, at tað finst ein so trygg fyribyrging, sum flestu gentur tola heilt væl. Til tú fært p-bollarnar, vil eg ráða tykkum til at brúka hít, tí vandin at gerast við barn er alt ov stórur, tá tit brúka sokallaða avbrotna samlegu. Nakrir dropar av sáðnum kunnu koma , áðrenn hann fær avgongu. Minst eisini til, at angribollar kunnu keypast í hondkeypi á Apotekinum, um tað gongur “galið” hjá tykkum.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin