Hey hey!
Tað er gott at hoyra, at tú hugsar um smittu og avleiðingar av kynssjúkum og at tú ætlar at kanna teg. Tað ljóðar í brævinum, sum um at tú hevur verið saman við einum dreingi uttan hít fyri minst tveimum árum síðani. Klamydia er ein kynssjúka, sum smittar lætt við kynsligari samveru uttan hít og við at kynsgøgnini koma tætt saman uttan hít. Helvtin av kvinnum, sum eru smittaðar, hava eingi sjúkueyðkenni. Ein kann smitta onnur, uttan at vita av tí og uttan at hava havt undirlívsbruna. Um ein er smittaður við klamydia, kann ein fáa undirlívsbruna, ein kann fáa pínu og bløða í samband við samlegu. Eggjaleiðararnir kunnu tippast, so at eggið ikki sleppur í samband við sáðið. Men tað er ikki neyðugt at stúra fyri ikki at kunna fáa børn. Tað finnast tíbetur mátar at hjálpa fólki, ið ikki kunnu fáa børn á nátúrligan hátt. Sig læknanum frá tínum stúranum, um tú hevur tørv á tí, tá tú fert til undirlívskanningina! Læknin kannar, um tú ert smittað, við at pota frá lívmóðurhálsinum ella við eini urinroynd. Blóðroynd kann vísa, um tú hevur andevni, tvs. hevur havt smittuna í eina tíð. Tað eru óivað trupult hjá flestu gentum at noyðast at fara til undirlívskanning hjá einum mannligum lækna. Tú hevur rætt til at ein kvinna er tilstaðar undir kanningini. Tað kann vera ein sjúkrarøktarfrøðingur, ið arbeiðir hjá læknanum. Annars kanst tú eisini taka mammu tína ella eina vinkonu við tær. Kommunulæknarnir hava viðhvørt yngri læknar í sum hjálparlæknar. Um ein kvinnuligur hjálparlækni er hjá tínum kommunulækna, kanst tú biðja um, at hon ger kanningina. Eg veit ikki, um tú kanst fara til ein annan enn tín egna lækna, men tú kanst royna at ringja til kvinnuligu kommunulæknarnar og spyrja, um tú kanst fáa eina tíð hjá teimum. Um tú fortelur hví tú ynskir ein kvinnuligan lækna, eri eg vís í, at tær skilja teg. Tú kanst eisini biðja um teldupostadressuna og senda eitt teldubræv til læknan. Her eru 2 góðar heimasíður, ið kunnu greiða tær nærri frá klamydia og øðrum kynssjúkum. www.sexogsamfund.dk www.klamydia.dk
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin