Góða Genta
Takk fyri títt bræv.
Nú skrivar tú, at tú hevur verið saman við somu gentu tvær ferðir. Vit vita ikki heilt hvat tú meinar við hesum, tí vilja vit líka minna á, at ein skal verða 15 ár, fyri at hava loyvið at verða kynsliga saman við einum øðrum, og at hetta samstundis skal verða við samtykki frá báðum pørtum.
Tú tosar eisini um stress og vreiði. Tað hevði verið eitt gott hugskot at skriva til okkum, ella tosa við skúlasjúkrasystrina um hesi viðurskifti, tí tað er ikki rætt at verða stressa og hava nógva vreiði. Tú kanst eisini ringja anonym til 116 111 og tosa við ein ráðgeva. Tað er sera deiligt at lesa, at tú hvønn dag roynir at gera tað betri, uttan mun til um tað verður gott aftur tykkara millum. Tú bendir á at tú hevur verið í eini trongstøðu, og sagt eitthvørt tú ikki átti. Vit vóna at tú fær tosa við tína vinkonu um hesi viðurskifti, og greið henni frá tínum kenslum, so hon vónandi eisini skilur teg.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin