Góða Genta
Takk fyri at tú sendi okkum eitt bræv.
Sambært brævið tínum eru ting sum benda á, at tú ikki hevur tað gott, og hetta mugu vit bøta um. Tó so mugu vit viðganga, at um vit skulu fáa sum best burturúr, ynskja vit at tú ringir til okkara á 116 111. Hetta er ráðgeving umvegis telefon. Vit síggja ikki hvør tað er sum ringir, og tað kostar einki.
Vit vilja so hjartaliga fegin hoyra frá tær, so vit kunnu tosa um eina loysn sum er tann rætta fyri teg.
Tú kann ringja
– hvørt kvøld frá kl 20-22
– ella mánadag til fríggjadag kl 09-15
Vinaliga
Tù & Eg Ráðgevingin