Search
Close this search box.
Hey! Eg havi tvær ordiliga góðar vinkonur. Tann eina er mín besta vinkona og hin er bara ein mega góð vinkona. Men tað sum er galið er, at tær eru nú blivnar óvinir og mín besta vinkona hevur akkurát ongi følilsir fyri fólki og hon ignorerar meg og alt sovorið sum eg ikki dámi B)´. Men grundin til at tær eru óvinir er at mín besta vinkona ikki tímir at fara at vitja hina vinkonuna, tí hon býr í einari aðrari bygd B)´. Men hvat skal eg biðja mína bestu vinkonu siga við hina vinkonuna? Eg vil so gjarna at tær skulu vera vinkonur aftur. Og vit skulu á legu í summarferiuni allar saman, men um tær ikki verða vinir áðrenn, kemur ein av teimum ikki við B)´ og eg vil at allar skulu við, kunnu tit hjálpa mær?

Tað er trupult hjá tær, at vinkonunar hjá tær ikki tosa saman, tí tú ert jú í klemmu millum tær báðar. Og eg skilji eisini á tær, at tú er bangin fyri, hvussu tað verður tá tit skulu á legu.
Tú spyrt hvat tú skal gera….Um tú ikki ert óvinur við tær, skalt tú bara vera sum tú er von við, við báðar tvær og ikki velja síðu. Tær mugu sjálvar loysa trupulleikan sína millum. Í veruleikanum er tað ikki tín ábyrgd at fáa tær at semjast, hóast tað er títt ynski.
Men tú kanst siga við tær, at tú gleðir teg nógv til at tit skulu á summarlegu saman, og at tú vónar at tær skjótt fara at tosa saman og blíva væl aftur.
Vónandi fáa tit loyst málið.

Góða summarlegu!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…