Hey, nú er jólatíðin komin og vit í 8 skulu hava eina jóla roynd, hon er nokk so stór, men eg eri nokk so nervøs! Eg veit ikki hvat hon er um? Vit hava fimisrokning, og diktat, fyrisøgn, og so minnist eg ikki meir. Men eru tær møøøga ringar?? Kann man fáa 03, tí eg sokki til fimisrokning! Bara tað hevur okkurt við tøl at gera, so eri eg á reyvini :p

Hey 8.floksgenta!
Nú eru aftur jólaroyndirnar yvir tykkum, og tað er heilt natúrligt at stúra fyri onkrum fakum. Sum oftast er tað okkurt fak, sum ein følir seg veikan í. Tú kanst spyrja tín flokslærara ella onkran annan lærara um tað, sum tú ivast í viðv. royndunum, um tú kanst fáa 03, og nær 03 verður givið. Tú kanst eisini spyrja onnur í tínum flokki, um tú ikki hevur hug at spyrja tínar lærarar.

Góða eydnu við royndunum!
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt