Hey A!
Hatta er ein trupul støða, ið tit eru komin í. Daman hjá tær veit vónandi, nær hon var saman við hinum dreinginum, og eisini nær seinasta mánasjúka byrjaði.
Um hon hevur haft mánasjúku aftaná, at tey bæði vóru saman, kann hann ikki eiga tað lítla.
Um tey vóru saman aftaná hennara seinastu mánasjúku, kunnu tit báðir vera pápar. Tá hevur tað týdning at fáa at vita við eini tíðliga ultraljóð-kanning akkurát hvussu langt daman hjá tær er komin.
Um tú hevur verið burturstaddur i nakrar vikur, kann tað eisini brúkast til at útihýsa teg ella hann.
So ráðini eru , at tit gera ein gjølla kalendara um, nær tit hava verið saman og nær mánasjúkan var, og um mánasjúkan var sum vanligt. Far so við hesum kalendaranum til læknan og fá góð ráð.
Um alt annað svíkur, kann tað gerast eitt faðirskapsmál, tá barnið er komið til verðina.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin