Hey og takk fyri, at tú skrivar aftur, har tú greiðir frá, at tú hevur tað betri nú og kundi brúka ráðgevingina. Tú hevur ein spurning um hví tú ikki torir í song við nøkrum mannfólki, tá tú ert edrú. Ein orsøk kann vera, at tú ert meira avslappað, tá tú ikki ert edrú. At møguligar forðingar, t.d. ótti fyri nærkontakt og at lata teg heilt í hendurnar á einum øðrum, minka og tú torir betri. Hatta er nakað, ið tú kanst tosa meira við sálarfrøðingin um, um tað fyllir nógv hjá tær. Minst bara til at vera tolin við tær sjálvari og gev tær eitt herðaklapp fyri, at tú ert byrjað í viðgerð, og at tað ert tú, ið avger ferðina. Tað er eingin uppskrift, ið er galdandi fyri øll, og tíbetur er tað so ymiskt, hvussu vit gera, fyri at fáa eitt betri lív. Góða eydnu við tí heila og ansa væl eftir tær!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin