Hey, okay so eg eri 13 ára gomul men eg eri fødd í skeivum árið. Eg føli meg ikki sum eg eri 13 men meiri sum 17. Eg uppføri meg sum eg eri 17 og síggi út sum eg eri 17. Eg havi tað rættuliga stravið tí eg kann ikki gera naka av teimum tingum sum eg vil. Eg vil hava eitt arbeiði, vil út í býðin, vil hava ein sjeik, vil hava vinir sum eru 17 sum faktiskt skilja meg. Foreldrini hjá mær eru altíð ill við meg tí at eg bara eri heima einsamøll og geri einki. Tey siga at eg skal fara út og vera meir saman við “vinunum” hjá mær. Børnini sum eru líka nógv ár sum eg súkkla, fanga síl í ánnið, spæla krógva og blunda, fnisa um at onkur drongur heldur at ein genta er pen o.s.v. Meðan eg hyggi eftir Fifty shades of gray, geri døgura kláran, eri saman við beiggja mínum(18 ár) bara sum eg kann hoyra um hvat hann og vinir hansara gera. Beiggi mín og eg eru nokkso tøtt so vit snakka um alt møðuligt. Nú ein dagin snakkaðu vit um okkurt við hvussu nógv ár fólk vóru (idk) og so segði eg at eg var bara 13, og so flenti hann og segdi “haha, tað hevði eg gloymt” Hann snakkar vid meg sum um eg eri 17 men hann hugsar enn um meg sum hansara lítlu systur. Hann er vinur vid allir dreingirnir sum eru uml sama aldur sum hann (basically allir dreingirnir sum eg dámi) og teir eru ofta hjá okkum og teir hyggja ofta eftir mær kind of flirtatiously. Mamma segði ein dagin við hann “hvat hevði tú sagt um systir tín var saman við einum av vinunum hjá tær?” Hann svaraði “Tað skulu teir gott nokk ikki!” So eg sleppi ikki at vera saman við nøkrum av vinum hansara teir eru strictly off limits. Ársaka at brævið var so langt. Hetta var ikki orduliga naka sum tit behøvast at svara uppá. Eg vildi bara gjarna siga tað við onkran. Heilsan Eg