Search
Close this search box.
Hej! Nú er tað soleiðis, at eg eri farin at dáma ein drong, so veit ikki um hann er forelskaður í mær. Tá vit eru einsamøll saman snakkar hann allatíð við meg, men tá vit koma út millum fólk og eg royni at snakka við hann er tað, sum um hann ignorerar meg ella bara líka svarar skjótt og ógreitt. Hann spælir altíð so coolur tá hann er millum nógv fólk, men tá vit eru saman er hann bara so avslappaður, argar meg ofta, men alíkavæl ordiliga kerligur. So veit ikki um hann er, men hvat er typiskt tekin uppá forelskilsi?

Hey hey :0)
Eg fari at byrja við at siga, at tað er trupult at svara nóg væl, tá ið tit, sum venda tykkum til okkara, serstakliga umvegis bræv, ikki siga aldur, tí at vit uppføra okkum flest øll í mun til aldurin. Eg kann ikki so væl svara tað sama til ein, ið er t.d 9 ár, sum ein, ið er 13 -17. Kenslur eru ymiskar í teimum ymsu aldrunum. Trupult er eisini at siga, hvørji tekin eru typisk upp á forelskilsi. Tað eru nógv ymisk tekin uppá tað. Haldi, at ein kennir tað á sær, um tað er álvara ella ikki. Dreingir í tannárum vilja sjáldan binda seg til nakra gentu ov skjótt og hava trupult við at vísa kenslur, meðan vinmenn eru hjá. Hvat um teir fara at arga? Tað kann vera so mangt, ið forðar. Men um hann er kerligur við teg og vísir tær umsorgan og áhuga, tá ið tit eru tvey eini, so kann tað vera tekin um forelskilsi, ella at honum dámar at vera saman við tær. Tað skuldi verið gott:0) Tú ert vælkomin at ringja ella kjatta við okkum, um tú hevur brúk fyri tí.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…