Góða tú.
Takk fyri brævið.
Vit vilja fyrst siga við teg, at tú hevur rætt til tínar egnu meiningar, um hvussu tú vilt liva títt lív. Tínir tankar og kenslur eru tínar egnu, og tað kann eingin annar ráða yvir.
Tað eru tíanverri fleiri í Føroyum, sum hava tað líka sum tú. Vit vilja fegin vísa til eitt svar, sum er skrivað fyri stuttari tíð síðani. Har finnur tú kunning, sum eisini er galdandi fyri teg. Sí leinkjuna her: barnabati.fo/letter/aleinadur/
Sum tú lýsir tína støðu, bendir alt á, at tú hevur tørv og gott av at tosa við onkran, um hvussu tað er, at vera samkyndur í einum nærumhvørvið, sum er ímóti samkyndum? Er tað rætt skilt? Um tú hevur tørv á at tosa við onkran um tað, kanst tú venda tær til LGBT Føroyar. Tað er ein felagsskapur fyri m.a. samkynd. Tey vilja fegin hjálpa tær! Tú kanst skriva til tey á lgbt@lgbt.fo. Tey hava nógvar royndir við teimum avbjóðingum, sum tú tosar um í brævinum. Tað, sum tit tosa um er í trúnaði, so tað er trygt hjá tær at venda tær til tey. Har kanst tú eisini fáa samband við onkran, við somu upplivingum sum tú. Tað kann verða gevandi at fáa samband við ein, sum er í somu støðu sum tú. Tú kann lesa meira um LGBT á teirra heimasíðu og Facebook.
Um tú ikki fekk svar uppá tað, sum tú vildi, er tú altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.
Alt tað besta,
Tú & Eg Ráðgevingin