Tú skrivar at tú ikki er so glað sum fyrr. Tú hevur kanska ringt við at seta orð á hví tú ert kedd, men royn at hugsa um hvat tað er sum ger teg kedda. Er tað nakað í skúlanum, vinkonur, foreldrini ella er okkurt hent sum er keðiligt?
Tú er 12 ár og mitt í eini broytingartíð, har tú fer frá at verða barn til at verða vaksin. Eg haldi at tú ert við at gerast tannáringur, og harvið kemur at uppliva at alt innaní tær og rundan um teg broytist. Hetta eru nýggjar kenslur, og kenslurnar kunnu gera at tú følir teg einsamalla og kedda. Inni á heimasíðuni hjá okkum, undir Eg & Lívið stendur meira um tannáringar. Kanska tú kennir teg aftur í onkrum av tí sum stendur har.
Um okkurt keðiligt er hent, og tað er atvoldin til at tú ert kedd, vil eg biða teg skriva aftur og greiða frá tí ella ringja til ráðgevingina á telefon 116 111 mánadag ella hósdag millum kl.14 og 22. Um vit fáa at vita hví tú ert kedd kunnu vit betur hjálpa tær.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin