Search
Close this search box.
Hey ! (: 1000 takk fyri hesa heimasíðuna! Tit hava hjálpt mær ígjøgnum so nógv! Eg seti stóran prís uppá at tit tíma at hjálpa ungum sum stríðast við ymsikt :) Nú til mín trupuleika….. Eg livi við angsti… Eg eri bangin fyri ØLLUM… Tá eg sigi øllum, tá meini eg øllum. Eg havi tosað við sálafrøðing, heilsusystur, lærarar, mammu og babba, ein vaksnan persón sum hevur havt angst og eg havi skriva inn til tykkum um hetta fyrr. Eg havi fingið nógv at vita um hetta og nógv góð ráð, men eg klári simpulthen ikki! Eg sleppi ikki vekk við tí… Hvønn dag følist tað sum um mítt hjarta vil sleppa at goyma seg, men einki goymistað finnur. Tað er ræðuliga óbehagiligt og keðiligt at hava tað soleiðis. Nú veit eg slettis ikki hvat eg skal. Eingin av mínum vinum vita um hetta, eg føli sum um eg slettis ikki vísi teimum hvør eg eri, og tað haldi eg er ræðuliga órættvíst fyri tey, tí eg eri ein persónur sum “er” glað, hjálpsom og vinarlig. um mínir vinir stríðast við okkurt koma teir ofta til mín. Eg kann geva tykkum nøkur dømi um mín angst. einaferð tá ið skuldi ferast saman við mínari vinindu, tá skrivaði eg eitt bræv til mammu, tí eg var so sikkur í at eg fór at doyggja. Eg gekk allan túrin og hugsaði um eg fór nakrantíð at koma heim aftur. Eg er bebbarædd fyri myrkur. eg kann ikki vera einsamøll inni í einum rúmi sum td. einum myskum wc ella einum elevator, tí eg fái hysterist annfall av tí. eg HATI sproytur. tá ið eg tók CTD-roynd græt eg meira enn nakað smábarn. eg hyberventileraði, rystist og tað heila. eg eri eisini bangin fyri sovornum vanligum tingum sum myrkur, kettum, flugum og bilum. tá ið eg gangi í skúla, tá krimpi eg bibbir hvørjaferð ein bilum kemur ímótið mær. Sum eg segði, eg eri virkuliga troytt av hesum, og nú vil eg hava frið innií mær…. eg veit ikki hvussu lætt hetta er at svara, men eg fekk tað so út, og tað var tað sum eg havi met brúk fyri haldi eg.    

Hey og stóra tøkk fyri tey vøkru orðini.
Vit gleðast um, at vit hava havt møguleikan at hjálpt tær.  

Tað er sera keðiligt, at tú skal stríðast við angist. Tín angist ger, at tú er bangin fyri at doyggja, koyra við elevator, ræðist myrkur o.a Hetta ger títt lív strævnari enn hjá nógvum øðrum. Tó er tað sera gott, at tú ert opin um tað, og at tú hevur t.d. tosað við nógv ymisk fólk, sálarfrøðing, heilsufrøðing, lærara og familju. Ofta er tað, sum skal til, at man setur orð á tað sum man følir. Tá orð koma á tankarnir og kenslurnar, eru hesi ofta lættari at hava við at gera. Hettar sigur tú eisini sjálv seinast í brævinum, at tú hevði brúk fyri at fáa tað út.  

Nú veit eg ikki hvussu regluliga tú hevur tosað við sálarfrøðing ella heilsufrøðing, men tú burdi sagt onkrum vaksnum, sum tú hevur álit á, at tær tørvar hjálp orsakað av angist. Møguliga er tað eitt hugskot, at tú regluliga tosar við ein sálarfrøðing, so tú til endans kanst sleppa burtur frá at hava angist. Tú hevur rættindi til at uppliva tín ungdóm við gleði og hava jaligar kenslur, og at kunna gera tey somu tingini sum tíni vinfólk, uttan at verða bangin. So um tú heldur áfram at vera so røsk, sum tú hevur verið við at tosa um tínar trupulleikar, og fortelur, møguliga tínum foreldrum, at tær tørvar hjálp at sleppa av tín angist, so skuldi tað gingið rætta vegin. Tú kanst fáa meira at vita um angist og hvussu tú kanst fáa hjálp við at fara inn á www.angstforeningen.dk

Vónandi kundi hetta svarið hjálpa tær. Skriva endiliga aftur til okkara og fortel, hvussu gongur.  

Vinarliga  
Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…