Search
Close this search box.
Takk fyri eina góða heimasíðu:) Emh.. mítt problem er tað, at eg eri bangin fyri at eg eri við barn. Menstratiónin er skjótt ein mánað forsinkað. Hevur man ilt í búkinum um man er við barn? Eg fái ilt um eg trýsti á búkin.. Eg havi eisini eitt annað problem. Tað er at eg spýggi (vil ikki kalla tað bulimi, tí at eg spýggi ikki hvørja máltíð upp) Men eg spýggi ofta. Í hvussu so er eina ferð um dagin. Vil gjarna gevast við tí, men so eri eg bangin fyri at taka uppá, soo tað blívur bara við. Eg føli meg eisini væl tá eg havi spýð.. er tað ikki sera løgið? Og so hugsi eg eisini um tað, at um eg eri við barn, og eisini spýggi, hvussu kemur tað at ávirka barnið? Og er tað møguligt at fáa fosturtøku í Føroyum? Eg hevði ikki kunna tikið mær av einum barni nú!

Góða Anna Panna!
Fyri at finna út av um tú ert við barn, kanst tú keypa ein graviditetstest á Apotekinum. Har í liggur ein vegleiðing til hvussu hon skal nýtast og tú fær svar beinanvegin. Hon er løtt at brúka.
Tað er ymiskt hvussu kvinnur hava tað, tá tær gerast við barn. Vanligt er at fáa kvalma, kanska serliga um morgunin – summar spýggja eisini. Bróst spenningar er vanligt og ofta vaksa bróstini nakað. Sinnið kann svinga nógv til dømis frá at vera í góðum lag til í ringum lag. Harafturímóti er tað ikki so vanligt at hava ilt í búkinum av at vera við barn, men tað kann skyldast at tú ert bangin ella okkurt annað.
Tað finnast fleiri kvinnur sum spýggja, meðan tær ganga við børnum og tað er ikki skaðiligt. Men um tú hevur ein feril av bulimi, og hevur ringt við at halda mat í tær, so kann hetta ganga útyvir kroppin hjá tær. Og um tú ert við barn, so kann hetta eisini ávirka fostrið. Tað er týdningarmikið at at fáa vegleiðing frá lækna ella jarðarmóður um hvussu man kann syrgja fyri at fostrið barnið fær nokk av føðsluevnum, vitaminum og mineralum.
Viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum so er tað ikki loyvt. Men fosturtøka verður framd í Føroyum og tað eru nøkur undantøk frá lógini – t.d. um gentan er heilt ung, um hon ikki fær tikið sær av barninum, ella um lív hennara kann vera í vanda av at eiga barnið. Tað er í fyrsta umfari tín lækni, ið skal meta um, um tú ert nóg væl fyri at fáa eitt barn, ella um tú eigur at fáa fosturtøku.
Um tú ert við barn, so mást tú fara til kommunulækna beinavegin, har kanst tú greiða honum frá tínari støðu og finna fram til hvørjar møguleikar tú hevur. Á heimasíðu okkara, undir teiginum EG & LÍVIÐ, er ein undirteigur um kynslív. Har kanst tú m.a lesa um tað at vera við barn og um fosturtøku.
Um so er, at tú ikki ert við barn, so vil eg allíkavæl vóna, at tú tosar við onkran um tað at tú spýr. Tað er umráðandi at hetta steðgar skjótast gjørligt, soleiðis at trupulleikin ikki vaksur.

Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…