Search
Close this search box.
Eg hevði einaferðirnar 2 vinkonur… eg royndi at vera saman við báðum, men tann 1 toldi ikki, at eg var saman við hinari so hon royndi at skumpa meg vekk….. soo eg bleiv vekk Nú havi eg so fingið eina nýggja og fittari vinkonu, som hon eisini roynir at skumpa meg vekk frá… Hvat skal eg gera????

Góða ‘anonyma’!
Takk fyri brævið. Tú sigur, at tú hevur eina vinkonu, sum ikki tolir, at tú ert saman við øðrum vinkonum enn henni. Og sum eg skilji, so hevur hon einaferð oyðilagt  vinarlagið ímillum teg og eina aðra vinkonu og ætlar nú at gera tað aftur. Og tú vilt fegin hava ráð um, hvat tú skalt gera.

Eg vil uttan iva ráða tær til ikki einaferð aftur at lata teg stýra av vinkonuni. Kanska er tað ringt, men tað hevur týdning fyri teg, at tú sjálv gert av, hvat tú gert. Tað verður tú glað fyri og eisini stolt av. Tú verður tá nógv glaðari fyri teg sjálva. Tað skalt tú royna at kempa við og læra teg. Vinkona tín skal ikki sleppa at avgera, hvønn tú skalt vera saman við. Tað mástskalt tú sjálv avgera. Hon skal ikki sleppa at skumpa tína nýggju vinkonu burtur frá tær. Um tú hevur hug, at vera saman við tíni nýggju vinkonu, so skalt tú eisini sleppa at vera tað.

Góða eydnu.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…