Hey ‘Anti Happarin’
Tað er gott at hoyra, at onkur hevur tosað við tykkum um happing – men keðiligt at frætta, at tað ikki hjálpti hjá tykkum at hava heilsusystrina á vitjan í flokkinum.
Tú kundi kanska roynt at sagt við læraran, at tað ikki hevur hjálpt tað stóra at hava heilsusystrina á vitjan, og at happing enn fer fram í flokkinum.
Kanska kann lærarin royna at steðga ella fyribyrgja happing á onkran annan hátt. Kanska kundi hann enntá spurt tykkum næmingar, hvat tit halda kundi hjálpt!?
Tað er eitt sera gott hugskot at gera tiltøk ímóti happing, tí vit eiga at gera tað, vit kunnu, fyri at steðga happing. Vit hava eisini roynt at seta í verk eitt tiltak ímóti happing.
Í vár fara ungir sjónleikarir úr MÁF at ferðast kring landið, og sýna fram eitt heilt serligt slag av sjónleiki, sum eisini fer at snúgva seg um happing.
Á summum skúlum eru tey eisini farin undir tiltøk, ið serliga hava til endamáls at steðga og fyribyrgja happing.
Síðstu tíðina hevur verið nógv tos um at steðga og fyribyrgja happing millum børn og ung, og tað eru vit á barnabati.fo og ráðgevingini sera glað um. Men tað er ikki nóg gott fyrrenn ØLL børn, ið verða happað fáa hjálp.
Hevur tú okkurt gott hugskot til hvat tit ungu og vit vaksnu kunnu gera fyri at steðga og fyribyrgja happing?
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin