Search
Close this search box.
Hey! Eg vil bara vita um tad kann bera til at man blívur happadur tí at hini eru avinsjúk. Eg spyrji tykkum um hetta tí eg bleiv sjolvur illa happadur. So mín spurningur er: kann man blíva happadur tí hini eru avinsjúk. Pleas Svara

Hey ‘Anti Happing’
Ja – vit royna at svara, so skjótt til ber – vónandi hevur tú ikki mist tolið við okkum enn!?

Tað kunnu verða nógvar orsøkir til at summi happa.
Tað er eisini torført at skilja hví ein ávísur verður happaður og ikki onnur.
Ein orsøk kundi væl verið, at tey, ið happa, eru øvundsjúk inná okkurt tú dugir ella eigur.

Tú skrivar at tú ert blivin happaður – tað ljóðar ikki stuttligtL – vónandi var onkur, sum hjálpti tær, og vónandi verður tú ikki happaður longur!?

Um tú enn verður happaður, skalt tú hava hjálp, tí tað umráðandi at happingin ikki sleppur at halda fram. Vend tær til lærara tín og bið hann ella hana hjálpa tær – ella tosa við foreldur tíni, ella onkran annan vaksnan tú hevur álit á og bið tey hjálpa tær. Tú hevur rætt til at sleppa undan happing!
Tú kanst altíð ringja til Tú & Eg Ráðgevingina og tosa við ein ráðgeva, ið kann lurta og kanska hjálpa tær. Ring á tlf.: 116 111 – vit hava opið mánadag og hósdag frá kl. 14 – 22!

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…