Search
Close this search box.
Hey, ja eg haldi at tað er super at hendan heimasíðan er komin. Men eg havi problemir við mínum foreldrum. Tey lurta ikki eftir mær longur longur. Tá eg skal siga okkurt bróta tey bara av. Hvat kann eg gera fyri at fáa tey at lurta eftir mær? Og ein annan spurning. Eg havi skorið meg nakrar ferðir. Tað byrjaði við bara skøvir, men so bleiv tað djúpri. Eg eri so kedd altíð so tað ger at mín pína fer har staðin fyri, hjartaið, eg veit ikki hví eg  altið eri so kedd. Men góðu hjálpið mær at lata vera við at skera meg?

Góða “Av tey lurta ikki”
Fyrst vil eg siga túsund takk fyri títt bræv. Tað er ordiliga gott, at tú skrivar inn og biður um hjálp til hendan trupuleikan.
Tað kann ikki vera lætt hjá tær, tá foreldrini ikki lurta eftir tí tú hevur uppá hjartað. Tað er eisini strævið hjá tær at blíva avbrotin tá tú tosar.
Mítt ráð til tín er sostatt, at tú fyrst sigur við tíni foreldur: “Eg havi nakað týdningarmikið eg fegin vil fortelja tykkum, og eg vil fegin hava, at tit lurta eftir meðan eg tosi meg lidnan”. Eisini er tað umráðandi, at tú finnur eitt tíðspunkt har foreldur tíni hava tíð at lurta eftir tær. Kanska meðan tit eta ella bara sita og hugna tykkum, og ikki meðan tey til dømis lurta eftir útvarpi ella eru upptikin av onkrum øðrum. Eisini vil eg ráða tær til, at siga við foreldur tíni, at tú blívir keddur, og at tú ikki følir teg hoyrdan, tá tey ikki lurta eftir tær ella bróta teg av. Vita um hetta ikki virkar.

Tú skrivar eisini, at tú hevur skorið teg nakrar ferðir. Tað sum ofta hendir hjá fólki sum skera seg er, at hetta í byrjani er ein máti at viðgera sterkar og neiligar kenslur. Men sum tíðin líður kann tað henda, at man missur tamarhaldið á sjálvskaðandi atburðinum, og ikki fær steðgað tí aftur. Hetta er størsta orsøk til at tað oftast er neyðugt við serkønari hjálp fyri at basa sjálvskaðandi atburði. Og jú fyrr tú steðgar, ella fær serkøna hjálp, jú lættari er tað at steðga tí.
Tey flestu ungu fólkini vit hava tosað við, sum hava skorið seg sjálvan, eru sera bangin fyri hvat foreldrini fara at siga ella gera tá tey finna útav tí. Blíva tey óð? Skelda tey? O.s.fr. Flestu foreldur reagera tó heilt øðrvísi enn børnini halda. Tey gerast kanska bangin ella kløkk. Men mest av øllum vilja tey gera hvat tey kunna fyri at hjálpa barninum hjá sær.
Tú mást í øllum førum ikki ganga einsamøll við tínum trupuleikum, so næsta stig má vera, at tú fortelur hetta, sum tú hevur skrivað til okkara til onkran sum tú hevur álit á. Tað er sera umráðandi, at tú tosar við onkran vaksnan um tínar trupulleikar, so at tú fært hjálp til at steðga hesum, og kanska til at broyta umstøðurnar sum gera, at tú ert kedd, og at tú skerir teg. Tú ert eisini altíð vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, har tú kanst tosa meira um tínar trupulleikar við ein ráðgeva. Telefon nummarið er 116 111. Ikki bíða við at fáa onkran at hjálpa tær!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…