Search
Close this search box.
(Míni foreldur eru skild og búgva ikki saman) Eg og mamma tosa saman um nógv ting, og onkutíð tosa vit um hvussu eg havi tað í skúlanum og hvussu tað gongur. So tá ið eg tosi so byrjar hon at bróta meg av og eg vil gjarna tosa liðugt og sigi eisini við hana at eg vil tosa liðugt men hon tosar bara kapp og tað er soleiðis at hon vinnir altíð, so tími eg ikki at tosa longur tí hon tosar bara, eg sleppi ikki at tosa liðugt fyrr enn hon er liðug at tosa. Tá byrji eg bara at fara inn í kamari hjá mær, men hon kemur bara við, so eg biði hana fara út tí eg vil ikki tosa við hana men hon fer ikki, so sigi so fari eg bara til babba. Hon tosar um at eg ikki skal ganga undan tí hon tosar við meg, men eg gangi bara út í gongina og fari. Hvat skal eg gera fyri at eg ikki verið avbrotin tí tað er MEGA!!! irriterandi at allatíðina skulla vera avbrotin. Eg havi ongin ráð sum eg havi í høvdinum Vh ein drongur sum er troyttur av mammu síni

Góðu tú

Tað kann verða strævið at alla tíð blíva avbrotin, tá ið ein tosar. Tað fyrsta sum vit komu at hugsa um í hesum sambandi er, at tú kanst vísa mammu tíni barnarættindasáttmálan. Har stendur (Grein 12, 13, 14, 15) https://barnabati.kinsta.cloud/barnaraettindi/
At tí altíð hevur rætt at siga tína hugsan. Kanska tú kanst bjóða mammu tíni til eitt prát, har tit fara inn á heimasíðuna hjá Barnabata, og hyggja eftir hesum greinum í sáttmálanum. Best er at gera hetta, tá tú ikki hevur henda trupulleikan. Tað vil siga, tá tú ikki følir at tú má fara inn í kamari, tí mamma tín kemur aftaná tær, og brýtur av alla tíðina.
Um tit fáa eina hugnaliga løtu saman og tosa um hesi viðurskiftið, so kann hetta verða við til, at tit framyvir geva hvørjum øðrum meira umsorgan og tolsemi. Tað er sera umráðandi at fáa sagt tað ein hevur uppá hjarta, og tað er minst líka týdningarmikið, at kenna, at tað er ein sum gevur sær stundir at lurta eftir einum. Tú er sjálvandi eisini vælkomin at vísa mammu hetta svarið. Vónandi hjálpir hetta.
Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…