Search
Close this search box.
Pápi mín er alkoholikari og tað eri eg mega kedd av. Eg vil 
ikki hava, at nakar veit av tí, tí at tað haldi eg er píniligt at siga við 
nakran. Men so ein dagin, tá pápi mín kom heim skít, so kom hann inn í mítt 
kamar & lat meg úr øllum klæðunum & neyðtók meg. Eg var mega bangin & eg 
fekk ilt & hann ger hetta ofta. & tá eg sigi at eg ikki vil so blívur hann 
ordiliga illur við meg. Hvussu skal eg gera fyri at hann skal steðga við at gera hetta ?… Annars mamma mín veit ikki av nøkrum. Eg tori ikki at siga henni tað…

Góða “Babba er alkoholikkari”
Tað er ordiliga gott, at tú skrivar inn til okkara og greiðir okkum frá tínum trupulleikum.
Eg skilji væl, at tú ert kedd um at pápi tín er alkoholikari, og at tú ert bangin fyri pápa tínum.
Tað er skaðiligt fyri børn at búgva saman við foreldrum, sum drekka ov nógv, tí børnini blíva bangin og ótrygg.
Tað at pápi tín misbrúkar teg kynsliga er ikki loyvt og skal steðgast beinanvegin.  Tú skrivar at tú 
ikki torir at fortelja mammu tínari at pápi tín misbrúkar teg. Tað kann vera ógvuliga ringt at fortelja mammu síni hetta. Tað er eisini í lagi, at tú tosar við onkran annan um tað. Tað er sera umráðandi, at tú fortelur onkrum øðrum vaksnum um hesi tingini, soleiðis at onkur kann hjálpa tær at fáa hetta at steðga. Um tú ikki veitst, hvussu tú skalt fortelja tað fyri nøkrum, kanst tú altíð printa hetta brævið út og vísa tað fyri onkrum vaksnum, sum tú tosar væl við, til dømis heilsusystrini á skúlanum ella kanska einum lærara. Tað er teirra uppgáva at hjálpa børnum, sum hava trupulleikar.
Tú hevur so nógv loyndarmál at bera sjálv, at tað er neyðugt hjá tær at fáa hjálp skjótast gjørligt. 
Um hetta svarið ikki hjálpir tær víðari, vóni eg at tú ringir til okkara ráðgeving, soleiðis at vit kunnu hjálpa tær víðari. Tú kanst sjálv bestemma, um tú vilt siga, hvør tú ert ella ikki.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…