Eg havi ein 15 ára gamlan sjeik, eg eri 14. Hann er 1 ár og nakrar mánaðir eldri. Men babba hatar at eg havi sjeik! Og eg hati, at hann hatar tað! Hvat skal eg gera, so at hann ikki hatar tað so nógv?!?

Tað at pápi tín hatar, at tú hevur sjeik, kann hava nógvar orsøkir: kanska dámar honum ikki tann drongin, ið tú ert saman við, kanska er hann ótryggur við, hvat kann henda tær….kanska hevur hann ilt við at góðtaka, at tú ert ein tannáringur, sum er á veg út í vaksnamannalívið skjótt. Tað er ein keðilig støða hjá tær, sjeikinum og pápa tínum at vera komin í. Eg vænti, at tú longu hevur tosað við pápa tín um tað, men helst uttan at nakað gott kom burturúr. Tí er ein møguleiki, at tú biður mammu tína ella onkran annan vaksnan hjálpa tær at tosa við pápa tín, so at hann kann siga tær, hví hann hevur tað so trupult við, at tú hevur ein sjeik, og at tú kanst siga við hann, hvussu tú hevur tað við, at hann ikki vil góðtaka, at tú hevur funnið tær ein sjeik, sum tú helst ert góð við og ikki vilt sleppa, orsakað av pápa tínum. Vónandi fáa tit eitt gott prát, so at tit trý fáa tað lættari saman í framtíðini.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg