Hey og takk fyri brævið!
Eg skilji væl, at tú ert kedd og bangin um pápa tín. Tað er týðiligt, at tú ynskir honum tað besta og at tú elskar hann treytaleyst. Tað er flott klárað av tær, at tú ert komin burtur úr cutting og øðrum trupulleikum! Samstundis ljóðar tað sum um tú tekur ábyrgd fyri at pápi tín drekkur og at hann hevur tað so ringt, tí tú ikki sært hann. Tað fær meg at hugsa um, um tað er tú, sum velur ikki at síggja hann ofta ella um tað er hann, sum ikki kontaktar teg. Samstundis sigur tú, at hann hevur drukkið alt sítt lív. Lat meg líka sláa fast, at tað ikki er tín ábyrgd ella “tín skyld”, at hann drekkur og hevur tað ringt. Hann hevur mist bæði arbeiðið og konuna, og tað má hann vera keddur av. Ofta er tað tað, sum skal henda, fyri at ein misnýtari sær, at hann hevur ein alkoholtrupulleika og søkir sær hjálp.
Ein kann siga, at brennivínið er ein partur av honum, tí hann skiftandi er edrúur ella drukkin. Brennivínið er harumframt ein máti hjá honum at klára lívið og sínar trupulleikar. Tað er ongantíð lætt at vera vitni til, at ein persónur, serliga eitt foreldur, fer í upploysn. Tað eru nógvir tankar og spurningar, ið fylla ein, eins og tann ringa samvitskan og skuldarkenslan javnan nívir ein. Tú kanst sum so ikki gera nakað. Tú kanst ikki fáa hann at gevast at drekka. Ta avgerðina má hann taka sjálvur, og tá hann er til reiðar. Tú kanst lata hann vita, at tú elskar hann og stuðlar honum. Tað ljóðar hart, men við at hjálpa honum sum støðan er nú, oyðileggur tú teg sjálva. Tú mást taka tær av tær sjálvari fyrst og fremst og fáa tær hjálp. Tá tú ert 17 ár, kanst tú fara inn á www.bvs.fo har tú fært at vita, hvørja barnaverndartænastu, ið tú skalt venda tær til fyri at fáa hjálp, antin við at tosa við ein sálarfrøðing ella ein ráðgeva, ið hevur royndir í at tosa við børn hjá alkoholmisnýtarum. Sjálvt um mamma tín ikki býr saman við tær, hevur hon enn ábyrgdina av, at tú hevur tað gott. Kanska kunnu tit saman venda tykkum til barnaverndatænastuna ella til onkran annan viðgera, ið kann hjálpa tær. Tú kanst lesa meira á okkara heimasíðu barnabati.fo um, hvussu tað ávirkar børn at vaksa upp í einum heimi, har annað ella bæði foreldrini drekka ov nógv.
Tú & Eg Ráðgevingin