Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Bangin
Spurningur:
Heyhey. Eg og sjeikurin hjá mær hava verið í song saman nakrar ferðir. Eg átti at fáa mína menstruatión fyri einari viku síðani, og eg havi ikki fingið hana enn, so eg byrji at blíva rættiliga bangin. Er tað møguligt at fáa fosturtøku í Føroyum uttan, at foreldrini vita av tí?
Svar:
Góða tú, Nei, tá ein er yngri enn 18 ár, skulu foreldrini, ella tann, ið hevur foreldramynduleikan, geva loyvi til fosturtøku. Nokta foreldrini og tann ungi fastheldur sítt ynski, kann foreldramynduleikin fyribils takast frá teimum, og barnaverndin taka yvir. Í Føroyum skulu 2 læknar, vanliga kommunulæknin og sjúkrahúslæknin, verða samdir um, at tað er ílagi, at gera fosturtøku eftir føroyskari lóggávu. Annars er tað als ikki vist, at tú ert við barn. Mánasjúkan kann verða seinkað bara tí, tú nú hugsar so nógv um tað. Vil ráa tær til at gera eina graviditets roynd sum skjótast ( kann keypast t.d. i Matas , FK ella á Apotekinum). Ert tú ikki við barn, hevur tú brúk fyri tryggari fyribyrging. Tú mást fara at tosa við kommunulæknan. Best er, um tú kanst taka eitt av foreldrunum við. Um tað ikki ber til, hevur tú rætt til at fara einsumøll. P-pillarar ella ein P-ringur at seta í vagina hvørja 4. viku, er ofta tað besta til ungar gentur. Tað er ikki neyðugt at fáa gjørt eina undirlívskanning áðrenn.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin