Takk fyri brævið.
Tað ljóðar ikki gott, at mamma tín er ill og í ringum lag. Hon skal ikki niðra teg á slíkan hátt. Hetta er ikki tín skyld, tí tað er uppgávan hjá foreldrunum at tryggja, at børnini hava tað gott! Tað er gott, at tú hevur yvirskot til at skriva til okkara.
Vit hugsa líka at spyrja teg; Er mamma tín fitt og umsorgarfull, tá hon er í góðum lag? Og kanst tú tosa við mammu tína, um hvussu tú hevur tað?
Um tú ikki hevur tosa við hana um tað áður, hevði tað so verið ein møguleiki at tosa við hana og roynt at gjørt onkra avtalu?
Tíanverri er tað soleiðis, at foreldur viðhvørt mugu fáa tingini at vita fleiri ferð, áðrenn tey skilja, at hetta er álvarsligt. Viðhvørt vita foreldur heldur ikki beinanvegin, hvussu tey skulu broyta støðuna, tí kann tað virka, sum um tey ikki lurta eftir.
Vit hugsa, at møguliga eru tú og mamma tín farin eitt sindur av sporinum. Kanska hevur mamma tín gloymt, at hon er tann vaksna og skal ansa eftir tær. Tað er uppgávan hjá mammu tíni at skapa tryggleika heima. Eisini skal mamma tín skapa tryggar karmar fyri teg og systir tína, so tit báðar saman- og hvør sær, hava tað gott.
Um tú heldur, at tað er ov torført at tosa við mammu tína, ella um tú følir, at tú ikki kanst tosa við hana, so kanst tú framvegis saktans fáa hjálp. Tú hevur rætt til eitt gott og trygt lív, og tú hevur eisini rætt til at fáa hjálp. Eitt nú kundi tú tosa við onkran vaksnan um hetta. Tann vaksni, tú tosar við, hevur skyldu til at hjálpa tær. Tann vaksni kann seta seg í samband við barnaverndina í kommununi, har tit búgva. So kunnu tú og mamma tín fáa hjálp til at fáa tað betri.
Kanska hevur tú onkran í familjuni, sum tú kanst tosa við – ein pápa, eina mostur ella eina ommu? Ella kanska kennir tú onkran lærara, heilsusjúkrasystir ella foreldur hjá onkrum vinfólki, sum tú kanst tosa við?
Um tú hevur tørv á at tosa meira við okkum, kann tú eisini ringja á tlf. 116 111. Tað er ókeypis at ringja, og vit síggja ikki hvør tú ert.
kærar heilsanir,
Tú & Eg Ráðgevingin