Search
Close this search box.
Hvørt kvøld tá eg eri sjálv, byrji eg at hugsa um framtíðina, og at hugsa m at blíva eldri. Eg verði bangin fyri at veksa, eg vildi ynskt at eg kundi verið barn altíð. Eg veit ikki hvat eg skal gera.

Hey tú

Takk fyri brævið.

Tú skrivar at tú er 15 ár og er bangin fyri at blíva vaksin. Tá ið man er 15 ár er tað ymiskt hvussu skjótt man venur seg við at blíva vaksin. Fyri summi gongur tað skjótt og lætt, fyri onnur gongur tað eitt sindur seinni. Tað er heilt vanligt, at man sum ungur er stúrin um sína framtíð. Vit vita, at ung spekulera um teirra vaksna lív. Tað er eingin av okkum sum veit hvat fer at henda í framtíðini og tað kann følast eitt sindur ræðandi fyri okkum øll.

Tað fer at henda alt møguligt nýtt og spennandi tá ið tú blívur vaksin. Sum tú veit so verur lívið ørvísi. Men, kanska verur tú róligari av at hoyra frá okkum at tú sjálv er við til at avgera, hvussu títt vaksna lív skal vera og hvussu skjótt tað skal henda. Tað at blíva vaksin, hendur ikki uppá ein dag, tað hendur yvir longri tíð. Vit menna okkum spakuliga og tú fer at føla teg sterkari og sterkari til framtíðina sum bíðar eftir tær.

Nógv royna bara at taka ein dag í senn – tað halda vit er eitt gott hugskot!

Tú skrivar eisini at tú blívur bangin um kvøldarnar. Hvar er tú tá? er nakar í húsinum, t.d. eitt foreldur, ein omma/abbi ella kanska eitt systkin sum tú kundi tosa við um hesar tankar?

Tað er gott at fáa tosa við onkran um tað – tað hjálpir.

Tú er eisini vælkomin at ringja til okkum og fáa eitt prát. Tað er ókeypis og anonymt.

Vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

 

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…