Góða tú, sum ert bangin fyri mammu tíni!
Tað er gott, at tú hevur kunnað fingið hjálp frá okkum, tá tú hevur skrivað til okkara.
Vit vilja fegin hjálpa tær, og vóni eg, at tú kanst brúka hetta svarið eisini.
Tú ert ótrúliga røsk og skilagóð, tá tú fortelur um títt lív, og hvussu tú ert givin at skera teg, men at tú hevur nógvar trupulleikar, sum gera, at tú ikki klárar at liva so sum tú fegin vilt liva.
Tú ert 15 ára gomul og byrt saman við mammu tíni, sum tú hevur problemir við.
Eg siti og hugsi um, hvat tað er, sum ger at hon slær teg og sigur ymiskt særandi við teg.
Hon hevur helst stórar trupulleikar sjálv, tá hon ikki kann stýra sínum sinni, men tað gevur henni ongan rætt at særa og sláa teg.
Hon hevur ábyrgd av at fáa sær hjálp, tí hon hevur ikki loyvi at gera seg inn á teg.
Haraftrat skal hon sum foreldur tryggja, at tú hevur tað gott.
Tá hon ikki megnar at geva tær eina trygga uppaling við kærleika og umsorgan, er tað ikki løgið, at tú kemur út at skíta, sum tú sjálv sigur. Ótryggleiki í heiminum kann hava álvarsligar fylgjur fyri børn og ung, tí tey føla, at einki gevur meining. Samstundis er tað tá freistandi at at rúsa seg, tí tað kann geva eina góða kenslu, meðan rúsurin virkar.
Tað at stjala og lúgva kann eisini geva eina góða kenslu í eina løtu, tá ein upplivir spenning, men tú veitst væl sjálv, at í longdini er tað ein óheppin leið at ganga fyri teg og onnur.
Hvat kann so gerast fyri at tú kanst fáa hjálp?
Tú kanst ikki broyta mammu tína, men tú kanst royna at siga við mammu tína, at tú ikki orkar at liva við, at hon ikki vísir tær virðing. Tú kanst royna at siga við hana, at tað særir teg, og at tað ger teg bangna. Lat hana merkja, at tað er meint í álvara.
Tú kennir mammu tína best, so tú skalt sjálv finna ta røttu løtuna, ið tú kanst tosa við hana. Um tað ikki riggar hjá tær at tosa við hana, skalt tú royna at tosa við onkran annan, sum kennir mammu tína, og sum hon lurtar eftir. Tað kann vera torført hjá mammu tíni at viðganga, at hon slær teg, men tú rættir henni eina hjálpandi hond, við at steðga henni í at halda áfram at sláa og særa teg.
Ring endiliga til okkara ella skriva aftur, um tú hevur tørv á tí. Vit vilja fegin hjálpa tær!
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin