Góða Genta
Takk fyri brævið.
Tá ið gentur og dreingir fara í tannárini, kan bringan blíva hørð og eym í eina tíð. Hjá summum gentum og dreingum kan tað eisini koma eitt sindur av vesku úr bróstvørtunum. Hjá summum rennur vætan úr sjálv, meðan onnur kunnu kroysta vætu úr.
So, tú skal ikki vera bangin. tað er púra vanligt at væta kemur úr bróstvørtunum í tínum aldri.
Tað er eitt gott hugskot at tosa við mammu tína um hetta, ella eina aðra kvinnu tú hevur álit á. Eru tit í familju, er tað sannlíkt at tær eisini hava uppliva tað sama sum tú upplivir nú 🙂
Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin