Góða bangna!
Tað er ringt at missa ein, sum ein er góður við, og tá er vanligt, at ein blívur bangin.
Tú vilt ikki missa hana,men tað ber ikki til hjá tær at bestemma, hvat tín vinkona vil gera.
Kanska hevur hon brúk fyri at vera saman við øðrum gentum viðhvørt.
Er tað ein møguleiki, at tit kunnu vera vinkonur, sjálvt um tit eisini hava aðrar vinkonur?
Og kennir tú onkrar aðrar gentur, ið tú heldur vera fittar at vera saman við viðhvørt?
Um tín vinkona velir at fylgjast við øðrum gentum, kanst tú ikki gera annað enn at góðtaka tað. Tað kann følast tungt, men tað kann eisini føra við sær, at tú fert at fáa aðrar vinkonur.
Tað kann eisini henda, at tín vinkona skjótt finnur út av, at tú ert hennara besta vinkona.
Alt tað besta!
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin