Góða bangna rotta!
Takk fyri tey rósandi orðini um heimasíðuna. Vit eru eisini glað, at tit taka so væl ímóti heimasíðuni.
Síðani til tín trupulleika! Tað er stuttligt og deiligt at hoyra at tú ert forelskað. Tað góða við tínum trupulleika er, at drongurin tær dámar, eisini er áhugaður í tær. Tit skriva og Skypa nógv saman skrivar tú. Tað er sjálvandi eisini ein góð byrjan. Soleiðis koma tit eisini at kenna hvønn annan nokkso væl. Men tá tit møtast gerast tit flóv og vita ikki hvat tit skulu gera ella siga. Nei, tað er ikki lætt, at fáa gongd á, og tað er púra vanligt at hava tað soleiðis, tí at man ofta verður eitt sindur ósikkur tá man er forelskaður. Nú veit eg ikki, hvussu tit møtast? Men hevði tað verið eitt hugskot um tit gjørdu okkurt saman… kanska okkurt sum tit bæði eru áhugaði í? Tað ger tað ofta eitt sindur lættari um man er saman við onkrum, sum man ikki kennir so væl. Eg rokni eisini við, at jú meira tit tosa og skriva saman, og jú longri tit kennast, lættari verður tað at tosa saman.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin