Search
Close this search box.
Hey ein drongur stakk pissilingin í  meg kortsíðani, men ikki meir enn tað, tí eg ikki tordi meir enn tað. Kann hann hava havt sáð í pissilinginum og eg eri blivin uppá vegin? Eg eri sera bangin fyri tí…Tað hevur stungið í undirlívinum, men tað kann eisini vera av eggloysingini ella so…. eg orki ikki at bíða til eg eigi at fáa mína menstratión aftur, tí hon er nokso óstabil…kann man ikki keypa graviditet-testir aðra staðni enn har við sms…? plis svari.. Vinarliga hin bangna

Góða tú?
Tað ljóðar ikki, sum at sannlíkindini eru stór fyri, at tú ert vorðin við barn. Um drongurin ikki hevur havt avgongu, so skuldi einki sáð verið. Tó skal alt takast við fyrivarni! Nú veit eg ikki um hann møguliga hevur havt sáð á pissilinginum áðrenn?

Tað er sikkurt best hjá tær at fáa tað kannað. Graviditets testir fært tú á Apotekum og øðrum handlum kring landið. Um tú heldur tað er píniligt at keypa har, so eru færri fólk um morgunin, um tú hevur møguleikan at fara tá. Ella tú fært onkran at keypa fyri teg?

Góða eydnu

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…