Túsund takk fyri brævið!
Fyrst vil eg siga, at tú ikki “bara” er ein genta. Tú ert ein genta, sum skjótt verður tannáringur. Tú ert ein genta, sum hevur vit og skil. Tú hugsar um lívið og støðuna hjá tær, og tað er gott. Tú hevur eisini fleiri viðkomandi spurningar, sum tú vil hava svar uppá.
A
Nei, tað er ikki vanligt, at foreldur sláa. Og tú hevur rætt til eitt lív uttan at verða sligin og rætt til at føla teg trygga í tínum heimi.
Um tú hevur brúk fyri hjálp, so tosa við ein vaksnan, sum tú hevur álit á. t.d. heilsusjúkrasystrina á skúlanum, læraran, gummu ella gubba ella onkran annan tú hevur álit á.
Mest umráðandi er, at tað steðgar!!!!!
Tú kanst ikki broyta onnur menniskju, heldur ikki foreldrini hjá tær; men tú kanst broyta tín egna máta at vera uppá og tín egna máta at hugsa uppá.
B
Tað er eisini gott at hoyra, at tú ikki stjelur ofta. Tað vísir eisini, at tú hevur vit og skil J Kanska – kanska ikki – skalt tú spakuliga royna at finna aðrar vinir?
C
Dreingir sum er umleið 12 ár og koyra ting niður ímillum eru ofta sjálv flóvir – og ofta barnsligir, teir vita ikki hvat teir skulu gera fyri at verða sæddir. Men irriterandi er tað. Royn kanska at verða ílatin, so teir ikki kunnu gera tað og sig við teir, at tú ikki vil hava tað, tí tú skal ikki finna teg í tílíkum. Tosa annars við læraran hjá tær, um tað hendir í skúlanum, tí tað skal steðgast.
D
Flovisligt at vera tann fyrsta, sum er útviklað…ja, kanska. Men hinar gentunar í klassanum hava heilt víst eisini trupuleikar at sama slagi at dragast við, tí tað er ikki altíð lætt at vera 12 ár, tí tá henda so nógvar broytingar við kroppinum hjá tær. Men royn at venda tað til, at tað er í fínasta lagi, tí onkur skal verða tann fyrsta. Og tú hevur vit og skil, so tað klarar tú.
E
Nú er tað drongurin….sjeikurin….. J Summir dreingir eru smædnir og koma stillisliga, aðrir skumpa og arga eitt sindur í spølni. Summi reypa sær – tað er ógvuliga ójavnt. Tað, sum er umráðandi hjá tær er, at tú innast inni veit, at tað følist gott.
Hevur tú fleiri spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara aftur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin