Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr

Bara ein spurningur

Spurningur:

Hey hvussu stórur er ein murtur ígjøgnumsnit hjá einum dreingji sum er blivin tannáringur? Mín er 17cm og eg havi tað sum at hann ikki er serliga stórur : Hevði tú kunna greiða mær eitt sindur frá um hesum?

Svar:

Hey og takk fyri spurningin!
Vanliga er murturin 10-12 cm langur. Hetta er, tá hann hongur niður slappur. Tá hann er stívur, er hann uml. 15 cm langur. Hetta er hjá fullvaksnum dreingjummonnum. So út frá miðaltølunum hevur tín vanliga stødd, eitt sindur størri enn miðal. Tað kundi ljóðað sum tú ynskir, at hann var størri. Tú hevur óivað sæð, hvussu aðrir dreingir síggja út og hevur samanborið stødd og skap. Viðhvørt  reypa dreingir um støddina, men tað er ikki altíð eftirfarandi. Um tú gongur í skúla, kanst tú altíð seta teg í samband við heilsufrøðingin og tosa við hana. Hon hevur tagnarskyldu og veit nógv um at vera ungur og um kroppin. Tú ert altíð vælkomin at skriva ella kjatta aftur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin