Search
Close this search box.
Please svara mær skjótast gjørligt? Eg haldi, at mín vinkona er lebb .. Hvat skal eg gera? Medan eg var full, so haldi eg vit báar hava .. mogga ella ja hvussu man so sigur ;( haldi hon tók tad ordiliga nær.  Hon heldur, at vit eru saman x( HJALP!!

Hey Barbie!
Ungar gentur í tínum aldri eru ofta forvitnar og eksperimenterandi tá ið tað kemur til sex. Nógvar eru eitt sindur ósikkrar og vita ikki rættiliga, um teimum dámar  gentur ella dreingir ella bæði. Tað er einki løgið í, at tit báðar hava verið seksuelt saman. Tað er tað faktiskt ikki so óvanligt, at vinkonur gera. Og sjálvt um gentur halda tað vera deiligt at hava sex við hvørjari aðrari, merkir tað ikki, at tær eru lesbiskar. Tað eru vaksnar kvinnur, ið eru til menn – tvs heteroseksuellar – og sum samstundis eisini tendra uppá kvinnur og dáma at hava sex við teimum.
Eg haldi, at tú og vinkonan hjá tær skuldu tikið eitt prát um ta ferðina, ið tit vóru saman. Tí uttan mun til um tín vinkona er lesbisk ella ei, so er tað eingin grund til, at tað skal fáa keðiliga ávirkan á tykkara vinarlag. Tú kanst byrja og siga okkurt sum :…”forrestin, hinuferð, ið vit vóru saman…vit vóru kanska nokk so fullar meeen, altso, hvat heldur tú um tað?” ella hvat tú enn vilt siga. Tað hevur eisini týdning, at tit fáa sett orð á tað, sum er hent millum tykkum báðar, soleiðis at tit kunnu slappa av, tá ið tit síggjast og vita, hvar tit hava hvørja aðra. Tú kanst siga við vinkonuna hjá tær, at tú fegin vilt, at tit eru vinkonur, men at tú ert altso ikki lesbisk og hevur ikki hug at ganga saman við henni. Tað heila verður so nógv lættari hjá tykkum báðum, um tit fáa loyst upp fyri tí, ið er hent. Og tit læra báðar nógv um tykkum sjálvar og hvørja aðra við at práta ordiliga saman. Minst bara til alla tíðina at vera erlig, samstundis sum tú virðir tína vinkonu fyri tað, ið hon heldur og sigur, sjálvt um tú kanska ikki akkurát heldur tað sama.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…