Hey!
Lat okkum fara til spurning 2 fyrst. Eg haldi, at tú skalt hugsa teg um, hví tú ynskir at koyra hárini í neðra burtur. Er tað tí at øll onnur gera tað? Er tað tí at tú heldur tað vera penari og reinligari? Húðin í neðra er sera sart og tolir ikki nógv av. Tú kanst fáa reyða og irriteraða húð og reyðar knoppar, sum eru inngrógvin hár. Um tú velur at raka hárini, finst ein máti at minka um óbehag.
1. Nýt altíð eitt nýtt barberblað. Brúkt bløð eru ikki nóg hvøss og kunnu irritera og føra bakteriur við sær inn í húðina!
2. Ger fyrst húðina bleyta við td. lunkaðum vatni, barberskúmi, shampoo ella gelé. Tað er ymiskt, hvat man tolir, so tú mást prøva teg fram, hvat tú tolir best!
3. Raka fyrst VIÐ hárunum tvs. sama veg sum hárini vaksa!
4. Ger aftur húðina bleyta á sama hátt sum áðrenn!
5. Raka nú ÍMÓTI hárunum, tvs. øvugtan veg!
6. Smyr húðina við putri, aloe-vera kremi, mandluolju ella green-tea olju!
Tá tú rakar, skalt tú vera varin, tí tú kanst koma at skera teg. Ansa eisini eftir ikki at raka fleiri ferðir á sama stað, tí tá skravar tú húðina av! Barbering er bíligasti mátin og varar fáar dagar. Tað skríðir, tá hárini byrja at vaksa út aftur. Men aðrir møguleikar eru. Voksviðgerð varir í 2 mánaðir, men er dýrari. Lasaraviðgerð er uppaftur dýrari og steðgar hárvøkstrinum.
Fyri at koma aftur til tín fyrsta spurning ella trupulleika:
Fyrst vil eg siga, at tað er gott at tú skrivar til okkum og fortelur um, hvussu tú hevur tað. Tað er fyrsta stigið. Seinni torir tú kanska at tosa við onnur um tínar tankar og kenslur. Harafturat má eg gera vart við, at teir tankar, sum tú gongur og hugsar ikki eru býttir, men rættiliga vanligir. Tú skrivar, at tú hevur lágt sjálvsvirði, men fortelur ikki nærri um hetta. Tú nevnir, at tú vilt hava onnur at leggja merki til tín. Eg skilji teg væl, men tað eru aðrir og meira uppbyggjandi mátar at fáa uppmerksemi enn t.d. at svíma. Tað kann geva uppmerksemi her og nú, men kann virka øvugt í longdini, so tað er ikki nøkur loysn. Tú virkar altíð glað og ert positiv og fært á tann hátt uppmerksemi. Men sum eg síggi tað, hevur tú tørv á, at onnur síggja teg, sum tú ert. Við góðum og minni góðum síðum. Tvs. eisini tá tú ikki ert glað og positiv. Men tað er upp til tín at tora at vísa teg, sum tú ert. Men tað er ein balansugongd, tí onnur tíma ikki altíð at vera saman við fólki, sum eru negativ og í ringum lag. Men samstundis kann man ikki vænta at fólk altíð eru glað.
Um man altíð má halda maskuni, verður man frustreraður og má lata tær minni góðtiknu kenslur nar sum t.d. vreiði, øvund og sorg koma út aðrastaðni og á ein annan hátt. Tá kann man t.d. blíva deprimeraður. Um tú ynskir, at fólk taka hensyn til tín, er tað týdningarmikið, at tú letur tey vita, hvørji ynski og kenslur tú hevur. Tú kanst royna at siga tína hugsan og seta mørk. Eisini her er gott varisliga at prøva seg fram, hvat riggar og ikki. Tað er ikki vist, at onnur hugsa um, hvat tú ynskir, um tú ikki sigur tað. Kanst tú koma í tankar um onkran, sum tú kanst tosa erliga við um alt. So kanst tú royna at vera opin yvirfyri viðkomandi og vita, hvussu tað gongur. Vanliga tosa fólk ikki við hvønn sum helst um hvussu tey hava tað. Man má prøva seg fram og finna út av, hvat man kann tosa við onnur um. Man kann fáa sjálvsálit við at onnur seta prís uppá ein. Men tað hevur størri týdning, at tú góðtekur teg sjálva sum tú ert og ikki kritiserar teg sjálva.
Royn at hugsa positivt um teg sjálva og ven teg við at rósa tær sjálvari fyri tað, sum tú ert nøgd við. Eingin er perfektur og tað er týdningarmikið at fyrigeva sær sjálvum, um man ger nakað, sum man heldur vera býtt og sum man angrar.
Tú skrivar, at tú stríðist við ymiskum innaní. Tú ert altíð vælkomin at kjatta til okkum. Tá fáa vit meira at vita við at samskifta aftur og fram og fáa óivað lættari ráðgivið tær.
vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin