Search
Close this search box.
Heeey :P øhhm , eg havi so lítlar bubbir & eri mega flov av tí .. eri eitt sindur buttut & lítlar bubbir , eri mega ónøgd við meg sjálvan : eg brúki sum oftast pútir í bh’inum . Eg kann skora nógvir dreingir , og nógvir vilja sleppa í song við mær , men eg eri so mega flov av mínum kroppi ! Havi verið í song við einum drongi , sum eg elskaði , og hann hevur so sæð allan kroppin hjá mær . men tað er ligut millum okkum …btw , dreinginir halda nokk at eg havi stórar bubbir , tí eg brúki pútir , hvat skal eg gera , viss eg fari í song við einum , og hann sær mína bringu , so verur hann meeega skuffaður :I Kann man onki gera fyri at fáa størri bringu?

Hey hey!
Nú eg havi sitið og lisið títt bræv, eri eg eitt sindur stúrin um teir tankar, ið tú gert tær um teg sjálva, sex og dreingir og hvussu tað kann koma at ávirka teg í framtíðini. Eg eri als ikki stúrin um, at tú kanst fáa eitt gott lív, sjálvt um tú hevur lítla bringu. Allar heimsins kvinnur hava ymiskar støddar, og nógvar gera eins og tú, at tær brúka pútur, og kenna seg betri tá. Tá tú bert ert 15 ár, stendur tú enn í vøkstri, og kropsliga kanst tú broytast nógv enn. Tað fæst eingin heilivágur fyri at fáa størri bringu. Summar kvinnur hava trupulleikar við lágum sjálvsvirði og kenna seg illa í sínum egna kroppi vegna lítla bringu, og velja tí at fáa størri bringu við skurðviðgerð. Hesar verða oftast gjørdar á privatum sjúkrahúsum og kostnaðurin er ymiskur. Tú ert enn ov ung til at fáa eina sovorðna skurðviðgerð. Tá tú hugsar nógv um, hvat dreingirnir halda um tína bringu, vil eg biðja teg um at royna at hugsa øðrvísið um teg sjálva og góðtaka teg, sum tú ert, so at tú blívur nøgdari við teg sjálva. Tá fert tú at leggja minni í, hvat teir hugsa um teg. Um ein drongur elskar teg, hugsar hann um teg við kærleika, og fer ikki at leggja í, hvussu tín bringa sær út. Tá ein kvinna eru ónøgd við sín kropp, er tað sjáldan tí at hennara maki er ónøgdur, men tí at hon hevur ringar tankar um seg sjálva og sín kropp.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…