Hey blablabla!
Sukursjúku (eisini kallað diabetes) fær man ikki bara soleiðis, tað vil siga, man kann ikki smittast av sukursjúku. Tað eru tvey sløg av sukursjúku, typa 1 og typa 2. Typu 2 sukursjúku kann man sjálvur gera nakað, fyri at sleppa undan. Hana fær man tá man er eitt sindur eldri (fyrr var hon kallað gamlamannasukursjúka), serliga um man hevur etið nógv søtt í gjøgnum lívið og um man er ov feitur.
Typu 1 sukursjúku er ein føddur við, men hon brýtur oftast ikki út fyrr enn ein er 15-20 ára gamal, men tað eru kortini eisini børn til, sum fáa sukursjúku tíðliga, tað er bara ikki so vanligt. Sukursjúka uppdagast oftast av tí at viðkomandi er óvanliga tystur í langa tíð, hevur høvuðpínu, er troyttur og sløvur og pissar ofta og nógv. Eisini hava tey ringan anda, tey lukta av acetone úr munninum (acetone er tað, sum er í neglalakkfjernara).
Sukursjúka, typa 1, er arvalig. Tað vil siga, at um onkur í tínari familju hevur hana, so er størri møguleiki fyri, at tú fært hana. Um ongin í tínari familju hevur hana, so er lítil møguleiki fyri, at tú fært hana.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin