Search
Close this search box.
Eg havi áðurskriva um eina fetish, Eg tordi ikki siga hvat tad var men hesu ferð vil eg gera tað meira greitt. Eg elski at ganga við blæðu og gera “Nr 2” í hana og fantaseri um at eldri menn skifta mær. Eg hati at eg elski tað, og eg vil sleppa av við hetta. Hví havi eg hesa fetish? Eg føli meg sjúka og vemmiliga, og vil hava tad vekk.  Hvussu geri eg? Svarð:

Góða genta.

Takk fyri brævið og orsaka at tú fært svarð so seint. Onkuntíð broyta vit innihaldið í einum brævi ella leggja bert svarð út og ikki brævið sjálvt. Hetta gera vit um mett verður, at innihaldið í brævinum á onkran hátt kann vera til serligan ampa fyri onnur ella sjálvan tann, ið hevur skrivað brævið  – ella um brævið er skrivað soleiðis, at persónurin í brævinum av øðrum ov lætt kann kennast aftur . Vit hava tó valt at leggja títt bræv út hóðast tú ikki ynskir hetta. Tú hevur skriva eitt djarvt og gott bræv og Tú & Eg Ráðgevingin metir tað vera sera týdningarmikið at vísa á, at einki er so flóvsisligt ella undarligt, at tað ikki kann vera tosað ella skrivað um.

Øll hava vit størri ella smærri avbjóðingar í lívinum og øll hava vit meira ella minni undarligar tankar og kenslur, ið reika runt í høvdi og kroppi okkara. Ofta blíva vit flóv ella bangin, vilja ikki kennast við okkum sjálvi og tora ikki at siga nøkrum nakað. Skomm og óttin fyri, hvat ið onnur hugsað og halda gerð ofta, at vit goyma okkum burtur inni í okkum sjálvum og kenna okkum einsamøll og óynskt. Serliga okkara seksualitetur kann vera ringur at tosa um.  Okkara seksualitetur er sera privatur og vit hava ofta sera greiðar meiningar um, hvat er moralskt í lagið at gera og ikki at gera, seksuelt. Hetta kunna vit kalla tann vanliga em>seksualnorminem> millum fólk. Seksualiteturin og seksualnormurin eru altíð bundin at em>tíðem> og em>stað em>og eru ein blandingur av, hvussu vit em>biologiskt em>og em>sálarligaem> eru skrúva saman í tí em>samfelagem> og tí em>mentanem> vit liva em>í em>og eru ein partur em>avem>. Tí er seksualnormurin heldur ikki tann sami í øllum londum. Eitt nú er tað stórur munur á, hvussu ymiskur hugburðurin er til homoseksualitet og fosturtøku runt um í heiminum.

Eg skilji væl, at tú kennir teg plágaða av tínum fantasiðum og bara vilt hava tína ”fetish” til at hvørva. Men tú ert hvørki ”sjúklig” ella ”vemmilig”, sum tú sigur teg vera. Tú hevur nakrar seksuellar fantasiðir og tað, ið tendrar teg seksuelt er kanska ikki heilt vanligt, men tað merkir ikki, at tú sum persónur ert sjúk, tín seksualitetur er bara nakað øðrvísi skrúvaður saman, enn hjá teimum flestu. Fantasiðir eru ikki vandamiklir í sjálvum sær. Tað er bert um teir blíva til eina atferð, ið skaðar ein sjálvan ella onnur, at fantasiðirnir kunna gerðast vandamiklir. Tú skaðar ongan við at hava ein blæðu ”fetich” og tað eru tað eisini onnur ið hava. Tað verður rópt em>infantilismaem> ella em>diaper fetichem> og bæðið kvinnur og menn tendra uppá tað. Ert tú forrvitin, kanst tú leita á netinum eftir upplýsingum. Men ansa eftir tær sjálvari og verð varðin. Netið er ikki altíð álítandi og lat vera við at avtala at møta persónum einsamøll ella uppá aðrar mátar koma tær út í støður, tú ikki hevur ræðið á.

Okkara seksualitetur mennist alt lívið og hvussu vit liva seksuelt og hvat vit tendra uppá kann lættliga broytast. Kanska tú kanst venja teg við at njóta tínar fantasiðir uttan at kenna teg vemmiliga? Tað er sera ringt at stýra júst hvat vit fantasera um og tendra uppá. Og okkara tankar hava tað við, at fokusera enn meira uppá júst tað, vit ikki vilja fokusera uppá. So vilt tú hava fantasiðirnar at minka mást tú lata teir fáa frið. Ikki brúka ov nógva orku uppá at fáa teir burtur men bara góðtak, at teir eru har. Kanska eru tað onnur ting ið tendra teg og sum tú kanst fantasera um og fáa gleði av? Og tankar smitta. Ringir tankar føra til meira ringar tankar og góðir tankar føra til meira góðar tankar. Kanska tú kanst fylla títt høvd við positivum tonkum um teg sjálva?

Hví tú tendrar uppá júst blæður og um tú fert at blíva við við at gera tað framyvir er ikki til at siga. Soleiðis hevur tú tað beint nú. Tað er ikki vist, at tú fert at hava tað so altíð. Og fer tín ”fetich” ikki burtur, so er tað eisini í lagið. Við tíðini kanst tú læra at fáa gleði av tínum seksualiteti og kanska velur tú eisini at koma í samband við onnur, ið hava líknandi seksualitet.

Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur inn til okkara og hevur tú brúk fyri at tosa, so er kjatturin opin mánakvøld og hóskvøld frá kl 20.00 til 22.00 og vit vilja fegin tosa við teg.

Blíðar heilsur

Eg og Tú Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…